Tað eru 12 samkynd pør gift í Føroyum

Ein gifta var dottin ímillum í hagtølunum

Tað eru 12 samkynd pør, ið eru gift í Føroyum og ikki 11, sum var at lesa í Sosialinum mikudagin.

Fyrr í vikuni skrivaði Sosialurin, at higartil vóru 11 samkynd pør gift í Føroyum. Tølini bygdu á innsavnað hagtøl frá teimum stóru kommununum og sýslumonnunum í Føroyum, tí umframt kommunur við fleiri enn 1500 borgarum, kunnu eisini sýslumenn víga.

Tað passar kortini ikki, at tað "bert" eru 11 samkyndar giftur gjørdar í Føroyum, tí ein gifta var dottin niðurímillum í hagtølunum - ein gifta í Vága kommunu.

– Eg skal standa við mítt, eg eri bæði errin av tí, og eg haldi, at hetta er ein mannarættindur, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, sum vígdi ein franskt-kanadiara og ein amerikanara 24. februar í ár.

Hagstovan førir ikki hagtøl fyri samkyndar giftur, og tí eru tað bert kommunurnar og sýslumenninir sjálvir, ið vita at siga, hvussu nógv samkynd pør eru gift í Føroyum.

Sostatt sær talið á samkyndum giftum í Føroyum soleiðis út:

Tórshavnar kommuna: 9

Tvøroyrar kommuna: 1

Vága kommuna: 1

Jaspur Vang, sýslumaður: 1