Las í summarferiuni at vit hava tørv á 400 til 500 fleiri námsfrøðingum í Føroyum. Og tí var ynskiligt at fróðskaparsetri umskipaði so, at fleiri námsfrøðingar verða tiknir inn á lestur.
Tað eru ikki 400 – 500 tøk størv í landinum til námsfrøðingar. Flest øll hesi størv eru manna við okkum hjálparfólkum. Ein stórur partur av hesun leysu størvun koma av, at nógv av okkum hjálparfólkum verða uppsøgd hvørja summarferiu. So mugu vit søkja okkara starv av nýggjun í feriuni, og vóna at man fær okkurt.
Í sáttmálanum millum kommunir/land og pedagogfelagi er skriva í §2. stk. 2 ”Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið. Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skullu lýsast leys minst 6. hvønn mánað.
Sambart semju millum sátmálapartanar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili.”
Hetta er grundin til at vit hvørt á sýggja hópin av starvslýsingum frá landi og kommunu. Tær eru undirlagdar at siga okkum hjálparfólkum úr starvi, og lýsa tey leys.
Nú er summarferian enda, og skúlar og barnagarar eru opnaðir aftur. Flestu lýstu størv eru sett, ofta av sama persóni sum misti tað tá summarferian byrjaði. Og soleiðis hava okkara treytir verði í nógv ár.
Kanska trupuleikin ikki er at vit mangla 400 – 500 námsfrøðingar, men heldur at vit hjálparfólk arbeiða undir treytun óhóskandið fyri arbeiðismarknaðan í føroyum 2018.
Vit hjálparfólk hava sett fakfelag á stovn, fyri at betra um okkara kor á arbeiðismarknaðinum. Vit mótmæla harliga, at okkara setunartreytir eru undirlagdar fikitivar og óveruligar nomeringar, settar uttan atlit til verðuleikan.
Vit uppliva eisini, nú øll hesu nýggju størvini eru sett, at arbeiðistakarin automatiskt verður innlimaður í pedagogfelagið. Sjálvandi eru vit nýggj, og kanska øll ikki vit um okkum enn. Men sjálvandi skal arbeiðisgevarin geva arbeiðistakarinum møguleikan at velja frítt.
Eg eiti Maj-Britt Jacobsen. Eg eri eitt hjálparfólk í einum fríðtíðarskúla, og forkvinna í Hjálparfólkafelagnum.
Og eg stolt av mínum størvun!
Eg havi virðing fyri tí ábyrgd mær er álagt, og eg gleðist hvønn tann einasta dag eg sleppi til arbeiðis. Mítt arbeiðið er hesu fitt fitt børn, eg elski at stimbra, spæla og fjolla við teimun, eg elski at ugga tey, eg elski at siga teimun frá søgum, eg elski at læra tey nýggj spøl og dansir. Eg royni hvønn dag at læra tey rætt og skeivt, eg vegleiði og hjálpi teimun at loysa konfliktir og undrist hvønn dag yvir allar hesu líttlu gávurnar ið renna runt um meg – smílandi, grátandi, snorandi – rópandi, flennandi, gnístandi – eitt fitt eygnabrá her, eitt líti skálkasmíl har – tað er gleðin.
Eg elski mítt arbeið!!! – og hetta er tí eg havi valt at arbeiða vit børnum.
Tað mangla ikki námsfrøðingar í føroyum fyri at tryggja góða góðsku. Vit hjálparfólk gerða eitt megnararbeiði, og altíð í samráð við og undir leiðlsu av námsfrøðingi.
Tað mangla 400 – 500 námsfrøðingar í føroyum, í mun til eitt % tal pedagogfelagið sigur skal verða námsfrøðingar av samlaðu størvinum.
Vit eiga eisini at hava í huga, at ein hjálparfólkaskúli verður settur á stovn á heilsuskúlanum í suðuroy fyrsta januar 2019.
Mentamálaráðið hevur sett ein arbeiðisbólk at fyrireika hjálparfólkaútbúgvingina. Hetta arbeiði gongur væl, arbeiðsbólkurin er í fer við at skriva tilmæli og lógaruppskot.
Útbúgvingin verður ætlandi skipa frá 1. Januar á Føroya Heilsuskúla.
Hoyringsfundir verða eftir ætlan skipaðir í viku 39. Har verða bæði Hjálparfólkafelagið og Pedagogfelagið innkalla.
Tað vit vita um bygna og innihald má takast við fyrivarni, arbeiði er ikki ligðut, og alt skal góðtakast av landstýriskvinuni.
Men ætlandi verða upptøkutreytirnar, fólkaskúlaprógv og minst 2 ára arbeiðsroyndir.
Útbúgvingin verður væntandi ein yrkisfaklig útbúgving sum inniheldur ein ástøðiligan undirvísingarpart, við almennum lærugreinum og námsfrøðiligum lærugreinum og ein yrkisligan part. Ástøðiligi parturin og yrkisligi parturin verður samskipaður við praktikk á stovnum har námsfrøðingar starvast.
Sum eg skillji verður hugt nógv eftir útbúgvingini í danmark sum kallast pedagogisk assistentuddannelse.
Hjálparfólkafelagið er eitt fagfelag fyri hjálparfólk, við og uttan útbúgving. Tað er ongin ivi um tað. Vit sum fakfelag sýggja fram til, at lesa hoyringsskriv. Og fara, at svara tí so konstruktivt sum til ber.
Hjálparfólkafelagið,
Maj-Britt Jacobsen,
Forkvinna