Tað eru smáting sum forða fyri eini avtalu

– og tí verður grótið úr Sandoyartunlinum grivið niður - hóast tað er vert 70 milliónir krónur

Ein upphædd upp á 1,5 til tvær milliónir krónur. Tað er alt sum ger, at tað ikki ber til at finna eina semju um grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum.

Tað ásannar Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Fyrsta dagin verður sett á at spreingja og bora við tunnilsmunnan á Gomlurætt, men enn er eingin avtala um, hvat grótið skal brúkast til, uttan at tyrva tað í haganum oman fyri Velbastað.

Og hetta hendir hóast bæði býráðslimir í Havn, og landsstýrismaðurin í samferðslumálum, eru samd um, at tann ringasta loysnin av øllum er tyrva grótið.

Annars hevur verið tosað um at taka burtur av grótinum til at breiðka vegin til Kirkjubøar, ella at gera bakkaverju í Kirkjubø fyri at forða fyri at kirkjan, og onnur fornminni, skola í havi í einum ódnarveðri.

Men nú farið verður at bora, er eingin slík avtala, hóast talan er um grót, sum er einar 70 milliónir vert.

Serliga hevur verið tosað um at brúka grótið til at gera eitt stórt ídnaðarøkið á Gomlurætt, men tað eydnaðist heldur ikki at fáa eina avtalu um tað.

Annars hava samráðingar verið ímillum Býráðið og felagið sum ger tunnilin, um at fáa grótið til eitt ídnaðarøki og Tórshavnar Býráð hevur samtykt at brúka 28 milliónir til endamálið. Men býráðslimir gera greitt, at teir eru heldur ikki sinnaðir at brúka eina krónu afturat upp á tað.

Men býráðið hevur eisini kravt, at tunlafelagið skal planera tað nýggja ídnaðarøki, men tað vil felagið ikki - og sostatt datt alt á gólv.

– Tað kostar 1,5 til 2 milliónir at planera økið, so tað eru av sonnum smáting, sum skilja partarnar, sigur Bogi Andreasen.

– Okkara uppgáva er at gera ein tunnil, ikki at gera eitt ídnaðarøki, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunlafelagnum, við Sosialin í dag.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur eisini við Sosialin í dag, at rindar Tórshavnar Kommuna fyri at gera ídnaðarøki á Gomlurætt, kann kommunan yvirtaka alt havnarlagið fyri at kalla einki.

Hann sigur eisini, at hann boðaði tunlafelagnum og býráðnum í Havn, til fundar um málið beint eftir ólavsøku, men býráðið gav avboð.

– Hetta var tað bera valagn og ikki ein veruligur fundur, sigur Bogi Andreasen.

Hann sigur, at eftir at løgtingsvalið varð útskrivað á ólavsøku, hevur landsstýrismaðurin ikki heimild til at gera nakað sum helst. Tískil var tað endamálsleyst at halda fundin og tí gav býráðið avboð, sigur hann.

Men tað var spell, at landsstýrismaðurin ikki kallaði saman til fundar ímeðan hann hevði heimild til at gera nakað við tað, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hann vónar at tann, sum fer at umsita samferðslumál í samgonguni eftir valið, tekur málið upp aftur, soleiðis at tað mesta av grótinum kann koma til betri nyttu enn at tyrva tað í haganum.

Vit hava meiri um sama mál í Sosialinum í dag.