Tað var bláur himmal og av fagrasta veðri í dag, tá Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur-og Sandoyartunlar, beyð vælkomin til hátíðarløtuna, tá fyrsta skotið skuldi skjótast í arbeiðnum at gera klárt til tunnilsbygging úr Sandoynni og inn á meginlandið.
Nógv fólk í øllum aldri var møtt til hesa løtu, tá tunnilsformaðurin gjørdi greitt, at hetta er ein stórur dagur í Sandoynni og í Føroyum sum heild. Nevndarformaðurin nýtti høvi at takka øllum, ið hava barst sum úlvur á skóg fyri hesi verkætlan, bæði lokalt og landspolitiskt.
Bergur Poulsen takkaði eisini øllum samstarvspørtum hjá P/F Eystur-og Sandoyartunlar, eins og hann takkaði myndugleikum, bæði lands-og kommunalum, og øllum øðrum, sum hava viðvirkað til, at risastóra verkætlanin við bæði Eysturoyartunlinum og nú eisini Sandoyartunlinum er komin so langt.
- Tað fer at merkjast í Sandoynni, at ein so stór verkætlan, sum Sandoyartunnilin er, nú fer í gongd, men eg vóni, at sandoyingar fara at bera yvir við okkum. Vit eru eisini fegin um, at ítróttarfelagið í Sandoynni - B71 - vildi standa fyri tí praktiska, sum nú verður í ítróttarhøllini, segði Bergur Poulsen.
In.fo fer, sum kvøldið gongur, at leggja greinar út um hátíðarløtuna í dag, tá fyrsta skotið varð latið av í arbeiðnum at byggja Sandoyartunnilin, sum kemur at knýta Sandoynna upp í restina av meginøkinum í Føroyum.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá hátíðarløtuni í dag