Tað gekk akkurát hjá margfaldu meistarunum

Tað var um reppið, at B68 kvinnurnar í dag megnaðu at vinna stig frá KÍ

Tvey umfør eru farin av kvinnukappingini í fótbólti. Í fyrsta umfari vann KÍ 6-1 á heimavølli ímóti ÍF/Víkingi. Í dag vóru KÍ kvinnurnar á Svangaskarði. Aftur hesa ferð eydnaðist tað at vinna fulla úrtøku, men tað leyp millum lítið og einki av. KÍ vann 1-0, og málið varð skorað í næstsíðsta minutti. Tað var liðformaðurin Malena Josephsen, sum syrgdi fyri sigursmálinum.

 

EBS/Skála tykist aftur í ár at vera fremsta avbjóðarin hjá KÍ. Í fyrsta umfari vann EBS/Skála á heimavøllinum undir Mýruhjalla á Skála 5-0 ímóti B68. Sammett við úrslitið hjá B68 í dag kundi okkurt bent á, at samansetta liðið í Sundalagnum og á Skála hevur møguleika at geva KÍ ein skarpan gang.

Úrslitið í dag hjá EBS/Skála kann ikki brúkast at gera nakrar metingar út frá. EBS/Skála var sunnanfyri Skopunarfjørð og vitjaði samansetta liðið hjá AB og B71. Heimaliðið legði rygg til 24-0! Tap. Í fyrsta umfari tapti AB/B71 19-0 á útivølli ímóti B36.

 

Í kvøld var grannauppgerð í Gundadali, tá ið HB var fyrstu ferð í eldinum í hesum kappingarárinum. Úrslitið var, at HB vann 3-0. Elin Maria Isaksen skoraði í fyrra hálvleiki, og Rebekka Benbakoura skoraði tvær ferðir fram ímóti dystarenda.