Ormurin Langi varð roknaður at vera favorittur, og Ormurin Langi vann. Tá ið teir fóru um málið, var munurin aftur til næsta avbjóðaran minni enn eitt sekund.
Kappingin millum 10-mannaførini var framúr.
Suðringur og Havnarbáturin bjóðaðu av, og onkra løtuna var Suðringur fremstur, og onkra aðra løtuna var Havnarbáturin fremstur.
Men í endaspurtinum vístu sigursvandu veteranarnir umborð á Orminum Langa, at teir vóru teir drúgvastu.
Tað kann væl fara at vísa seg, at Ormurin Langi aftur í ár fer at vinna allar róðrarnar ella flestu róðrarnar, men róðurin á norðoyastevnu vísti, at tað verður spennandi, og at báðir avbjíðararnir hava møguleikar, tí tað var bara eitt stórt sekund frá Suðringi og aftur til Havnarbátin.
Ormurin Langi 4.40.33
Suðringur 4.41.16
Havnarbáturin 4.42.31