Páll Fangi og Havfrúgvin við kvinnum hava higartil vunnið allar róðrarnar og eru harvið stórfavorittar at vinna FM. Og hesir báðir bátarnir vóru eisini fyrstir á mál á Jóansøku í kappingunum millum ávikavíst 6-mannafør og 5-mannafør við kvinnum.
Men hesa ferð vóru kappingarnar rættuliga tættar og spennandi, og tí er tað framvegis møguleiki fyri, at onkur annar enn hesir báðir bátarnir kann vinna onkran róðurin av teimum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum.
6-mannaførini
Serliga merkisvert var tað, at Páll Fangi hesa ferð fekk stóra kapping, og at tað ikki var frá Hvessingi, men heldur frá Rádna úr Fuglafirði, at tær úr Klaksvík fingu dygga mótstøðu.
Rádni legði seg á odda beinanvegin, og tá ið hálvur teinurin var rógvin, var munurin frá Rádna og aftur til Páll Fanga ein hálv bátslongd. Næstu lítlu løtuna vaks munurin til tað mesta av einari bátslongd, men so tók at styttast. Tøkini hjá Páll Fanga munaði væl meiri enn hjá teimum úr Fuglafirði, og á málinum var Páll Fangi meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Rádna, sum at enda bara var eitt evarska lítið sindur undan Hvessingi.
Úrslitið og serliga gongdin í róðrinum leggur upp til, at tað kann verða heilt spennandi, tá ið tað um tvær vikur verður kappast í Vestmanna. Hesa ferð tóktist tað sum um, at tær umborð á Rádna ikki vóru í somu venjingarstøðu, sum tær umborð á Páll Fanga eru í.
At tað eru tvær vikur at fyrireika seg í kann fara at vísa seg at gera stóran mun. Serliga hjá teimum sum frammanundan ikki eru so væl fyri, sum tær bestu higartil eru.
Tølini siga, at Páll Fangi framvegis er stórfavorittur at vinna FM, men eftir Jóansøkuna er tað ikki eins upplagt, sum tað frammanundan var, at FM sigurin verður vunnin við fullum stigatali.
Spurningurin er so, hvussu tær á Páll Fanga fara at svara aftur, nú tær fyri fyrstu ferð í ár kendu seg eitt sindur hóttar!
5-mannaførini
Havfrúgvin úr Vestmanna hevur vunnið allar róðrarnar, og tað er ikki nógv, sum bendir á, at nakar skal megna at gera nakað við Havfrúnna, hóast talan tvær tær seinastu ferðirnar ikki hevur verið um so øgiliga tryggar sigrar.
Í Kollafirði var munurin frá Havfrúnni og aftur til Blik av Argjum stívliga tvey sekund, og í Vági var munurin so at siga tann sami frá Havfrúnni og aftur til Blik. Hesa ferð var Strípan frammanfyri Firvald í kappingini um bronsuplássið, og Falkur slapp undan aftasta plássinum, tí Sílið luttók hesa ferð og varð aftast.
5-mannafør gentur
FM stríðið í hesi kappingini er nú púra opið. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann tveir teir fyrstu róðrarnar, men í Kollafirði vann Hvassi úr Sundalagnum, og aftur í Vági var Hvassi fremstur. Harvið er stantum í FM kappingini.
Í Kollafirði var Hvassi bara 3/25 av einum sekundi frammanfyri Erlu Kongsdóttir, og hesa ferð var talan um so at siga somu gongd. Hvassi vann við 5/25 av einum sekundi.
Tá ið málið var hálvrógvið tók Hvassi Fípuna Føgru, sum legði bragdliga fyri, og Erla Kongsdóttir fylgdi við fram í oddin. Hvassi sást hava tamarhald á støðuni, men í endaspurtinum gekk tað fyrst sera væl hjá Erlu Kongsdóttir, sum legði seg á odda, áðrenn Hvassi á seinastu hálvt hundrað metrunum svaraði aftur.
Kappingin um trijðja plássið var ógvuliga tøtt. Hana vann Blikur frammanfyri Tjaldrið og Fípuna Føgru.