Tað glapp hjá Erlu

5-mannafør kvinnur: Men í eina góða løtu var kappingin frá Sílinum sera stór

Fyri triðju ferð á rað vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru stinnastar í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Tá ið bátarnir fóru um málið var Erla Kongsdóttir meiri enn eina bátslongd undan Sílinum.

 

Teistin og Sílið vóru stinnari eftir startspurtin enn favorittarnir úr Fuglafirði. Sílið var fremst, og Teistin hevði eina lítla løtu hug at stinga stavnin framum tær í Havnar Róðrarfelag.

 

Tá ið hálvt málið var rógvið, tóktist tað sum um, at tøkini hjá teimum á Erlu Kongsdóttir vóru dyggari, og smátt um smátt tók Erla seg alt longri fram á Sílið, meðan Teistin tók at dragna.

Tað var framvegis spenningur um sigurin, tá ið tær fóru undir endaspurtin, men so rann Erla Kongsdóttir skjótt og sannførandi frá Sílinum, og á málinum var Erla Kongsdóttir meiri enn eina bátslongd undan avbjóðaranum.

 

1 Erla Kongsdóttir 05.39.08

2 Sílið 05.42.24

3 Teistin

4Jallurin

5 Blikur