Tað gongur framvegis væl hjá kommununum at fáa skattakrónur í kassar. Fyrstu fimm mánaðirnar í ár hava kommunurnar fingið slakar 727 milliónir inn í skatti. Tað eru slakar 42 milliónir, ella 6,11 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, ella.
Næstan allar kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti frá januar til í mai í ár. Tað eru tó fimm kommunur, sum hava fingið minni inn í skatti. Kunoyar Kommuna hevur fingið slaka 1,7 millión minni inn í skatti higartil í ár, og tað er 7,79 prosent minni enn í fjør.
Allar hinar kommunurnar, sum hava fingið minni inn í skatti, eru í Suðuroy. Hvalbiar Kommuna hevur fingið 8,9 milliónir inn í skatti og tað eru 2,04 prosent minni enn í fjør.
Hovs kommuna fekk slakar 1,3 milliónir inn í skatti og tað eru 5,52 prosent minni enn í fjør. Fámjins Kommuna fekk eina góða millión inn í skatti hesar fyrstu fimm mánaðirnar í ár, og tað er ein afturgongd upp á 4,29 prosent. Og at enda hevur Porkeris kommuna 3,5 milliónir inn í skatti higartil í ár og tað eru, 3,34 prosent minni enn í fjør.
Hinvegin hava tær báðar stóru kommunurnar í Suðuroy, Vágur og Tvøroyri, fingið meiri inn í skatti í ár. Vágur hevur fingið 17,5 milliónir meiri inn í skatti og tað er ein framgongd upp á 3,10 prosent. Tvøroyri hevur 24,2 milliónir inn í skatti, ella 3,4 prosent meiri enn í fjør.