Tað gongur framá hjá hvalbingum

Fótbóltur, 2. deild: Royn vann 4-0 á skálamonnum og yvirhálaði teir á stigatalvuni

Tað hevur ikki gingið nakað serligt higartil í ár hjá Royn, og liðið, sum í fjør var væl við í kappingini um uppflyting, má lata sær lynda at liggja í niðara enda av kappingini í ár ? enn í hvussu so er.

Leygardagin vitjaðu skálamenn í Hvalba. Teir eru júst komnir upp aftur úr 3. deild og hava staðið seg heilt væl.

Men á grasvøllinum í Hvalba fingu teir lítið burturúr. Royn vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Dysturin var bert fimm minuttir gamal, tá Njálur Niclasen setti hol á málskjótingina, og tá Rúni Thomsen økti ikki so langt áðrenn hálvleikssteðgin, var sum so ikki so nógv eftir at spæla um.

Seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Olav í Garðastovu kundi økja til 3-0, og 12 minuttir áðrenn tíð skeyt Njálur Niclasen sítt næsta mál í dystinum og sítt fimta higartil í kappingini.

Hann er sostatt toppskjútti hjá Royn, men størri týdning hevði tað kortini, at Royn við sigrinum kom upp á sjey stig og nú aftur er um at fáa samband við miðjuna av deildini. Skála er beint aftan fyri hvalbingar, eisini við sjey stigum, men við nógv verri málmuni. Skálamenn hava lagt rygg til nakrar trivaligar ósigrar í ár, men teir eru ikki nakar upplagdur niðurflytingarkandidatur, so sum liðið, ið júst er flutt upp, ofta verður gjørt til.

Nú er bert ein dystur eftir áðrenn summarsteðgin. Royn skal leygardagin gjøgnum bergholini til Tvøroyar at spæla lokaluppgerð móti TB. Skála fær vitjan av EB/Streymi, so her er talan um botndyst.