Klokkan 19 verður fyrsta bríksl við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av ÍF.
Tað plagdi at vera javnt, og sigrarnir kundu fara báðar vegir, tá ið hesi bæði liðini hittust. Soleiðis er tað ikki longur.
Tølini siga, at NSÍ seinastu árini hevur havt øgiliga gott tak á ÍF. Fuglfirðingar hava einki stig havt við sær eftir vitjan hjá NSÍ síðani í 2014, tá ið tað endaði 2-2, og ÍF hevur ikki vunnið í Runavík síðani í 2012, tá ið fuglfirðingar við dananum Flemming Christensen við stýrisvølin og núverandi NSÍ málverjanum Tórði Thomsen millum stólparnar vunnu 2-1 í Runavík.
Síðani 2015 hevur NSÍ sjey ferðir havt vitjan av ÍF. NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku við samantalda málmuninum 30-6!
Fríggjakvøldið varð Aron Knudsen útvístur í 1-0 tapinum í Gøtu og er tí leikbannaður. Sannlíkt er tað, at Salmundur Bech fer at fáa møguleikan á NSÍ miðvøllinum. Miðverjin Jóhan Troest Davidsen er darvaður av knæskaða, sum bar við sær, at hann ikki var førur fyri at spæla ímóti Víkingi. Um hann verður førur fyri at spæla, so er møguleiki fyri, at hann verður í verjuni í staðin fyri Odd Á. Højgaard, sum fyri fyrstu ferð var við í Gøtu.
Hjá ÍF er tað greitt, at Jens Joensen ikki verður í miðverjuni, og Karl Løkin verður ikki á miðvøllinum. Teir eru báðir darvaðir av skaða – ávikavíst í lærkrikanum og vøddaskaða í lærinum.
NSÍ-ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00.