Tað gongur javnt á

Tíggju minuttir fyri leiklok er støðan í támuta veðrinum og góðu fótbóltslkíndunum framvegis málleysur javnleikur millum Víking og HB.

Meðan Víkingur hevði størri brodd og tyngd í 1. hálvleiki, hevur tað eftir steðgin gingið meiri javnt á.

Dómarin, Rúni Gaardbo, hevur bara havt gula kortið eina ferð á lofti. Tað var, tá ið tað vóru 12 minuttir eftir. Milan Kuljic sá gult fyri at hava ælbogan ov ovarlaga í nærdysti.

Víkingur skifti eftir ein tíma Sverra Jacobsen inn fyri Símun Louis Jacobsen, og tá ið tað restaði eitt korter kom

Finnur Justinussen inn fyri Andreas Lava Olsen.

Pætur Jørgensen hevur loyst Mortan úr Hørg av á høgra vongverja hjá HB.