Fyri nøkrum vikum síðani var GÍ í Vágum og spældi venjingardyst. Ta ferðina vann GÍ 4?0. Sunnudagin var GÍ í Miðvági, og tá endaði tað 1?1. Úrslitið boðar frá, at tað gongur rætta vegin hjá vágamonnum, sum tykjast hugagóðir og hava fingið nógv burturúr teimum fýra spælarunum, sum teir hava fingið úr Litava.
Avrikið boðaði eisini frá, at tað ikki stendur so væl til hjá GÍ. Níggju spælarar, sum vóru við í fjør, eru ikki tøkir í løtuni, og tað er sjónskt. Serliga meint er tað, at landsliðsmenninir Sámal Joensen og Henning Jarnskor eru farnir til Íslands. Og so er tað steinur omaná byrðu, at Poul Ennigarð nú er farin til Danmarkar at ganga í tekniskan skúla. Hann verður ikki aftur fyrrenn 1. juli.
Tvey mál komu í Vágum. Óli Hansen vann luftdyst við málverjan hjá heimaliðnum og skoraði. Tá var seinna umfarið fimm minuttir gamalt. Sambært dómaraseðilin javnaði FS Vágar tveir minuttir seinni, og sambært sama seðil var tað ein spælari, sum ikki kom á vøllin, ið javnaði. Sambært eygnavitnum var tað John Johansen, sum javnaði, og tað gjørdi hann seytjan minuttir eftir fyrra málið.
Í gjøgnumbroti hjá FS Vágum í høgru gjørdu gøtumenn fríspark. Dómarin gav ? sum rætt var ? vágamonnum fyrimun. Linjuverjin veittraði, og tað var Rúni Justinussen (er nústaðni komin við aftur í ár) so upptikin av, at hann ikki sendi bóltin burtur, tá innleggið kom innfyri. Bólturin endaði hjá John Johansen, og so var javnt.
Í 2. hálvleiki kom Sonni Johansen hjá FS Vágum inn á miðvøllin, og Johan Nielsen skifti Poul Henning Jacobsen inn fyri smáskadda Magna Jarnskor.
FS Vágar: Remi Mikotionis ? Heðin Joensen, Zilva Zudis, Darius Magdisauskas, Jack Johansen ? Hannus Olsen, Tór?Ingar Akselsen, Albert Ari Thomassen, Rimvadis Bakus ? Birgir Joensen, John Johansen
GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliasen, Jónreid Dalheim, Súni Olsen ? Magni Jarnskor, Áslakur R. Petersen, Pauli Jarnskor ? Helgi L. Petersen, Óli Hansen, Hans Pauli Petersen
jh