Tórshavnar Kommuna er seinastu árini einans vorðin størri og størri. Orð sum íbúðarneyð hava verið uppi at venda milum manna, fyri at lýsa støðuna hjá høvuðsstaðnum. Tað er eyðsæð, at Tórshavnar Kommuna er ein av skjótast vaksandi kommunum í landinum, og hetta merkist eisini á tølunum. Sambært heimasíðuni hjá kommuni, so búgva tað í 2001 17.905 fólk í kommununi. Í 1999 búðu 16.469 fólk í Tórshavnar Kommunu. Av teimum 17.905 eru tað 974 kollfirðingar. Hetta vil við øðrum orðum siga, at hóast kollfirðingar nú kunnu kalla seg havnafólk, so er vøksturin størri enn teir einsamallir.
Hetta ávirkar sjálvandi, saman við uppgangandi føroyska búskapinum, inntøkurnar hjá høbuðsstaðnum. Á fíggjarætlanini fyri 2000, hevði Tórshavnar Kommuna roknað við inntøkum áljóðandi 338 míó kr. Sambært ársroknskapinum fyri 2000 hjá Tórshavnar Kommunu, so gjørdust inntøkurnar hjá kommuni omanfyri 374 mió. kr. Hetta er umframt Kollafjørð, sum higartil hevur rikið egnan roknskap.
Skeita vit eftir fíggjarætlanini fyri 2001, síggja vit, at roknað verður við fleiri inntøkum í ár, tí tær verða mettar at gerast 380 mío kr.
Fíggjarstøðan
Í ársroknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu er Tórshavnar Havn bólkað fyri seg. Árið í fjør gjørdist eisini rímiligt gott hjá Tórshavnar Havn, sum kundi vísa á eitt positivt ársúrslit.
Støðisognin hjá Tórshavnar Kommunu var við árslok ár 2000 936.164.000 kr. Støðisogn er føst virði ella føstu aktivini hjá kommununi. Hjá einari kommunu er trupult at áseta støðisognina, sigur Jan Christiansen , borgarstjóri. Tað kann eitt nú vera eitt sindur torført at áseta virðið á molanum. Síðani kreppuárini hevur eisini verið nógv íløguvirksemi í kommununi, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at støðisognin nú er tann, sum hon er. Støðisognin er tó eitt sindur torfør at hava við at gera, tí í viðmerkingunum til ársroknskapin stendur at lesa, at avskrivingar verða ikki gjørdar í sambandi við støðisognina. Viðmerkjast skal, at støðisognin í 1997 var góðar 877 mío.
Tórshavnar Kommuna hevði fyrst í nýtiárunum stórar skuldartrupulleikar. Skuldin var í 1995 næstan komin upp á 600 mió. kr. Síðani tá hevur tó gingið fram á, og samlaða lániskuldin liggur beint omanfyri 200 mió. kr. Eisini gjaldførið hjá kommununi er batnað. Gjaldførið hjá Tórshavnar Kommunu var í 1999 góðar hundrað millíónir krónur, og varð nógvur av hesum peningi nýttur til at gjalda niður skuldina, sum kommunan hevði at dragast við, soleiðis at gjaldførið minkaði aftur. Gjaldførið hjá Kommununi er, sambært seinastu roknskapartølunum, aftur á veg rættað vegin, meðan skuldarbyrðan tykist støðugt at minka. Greitt er, at stórar avbjoðingar liggja fyri framman hjá størstu kommununi í Føroyum, og tí er eyðsæð, at kommunan hevur tørv á góðum gjaldføri.
Eginognin hjá høvuðsstaðnum er, sambært ársroknskapinum, 849.551.000 kr. Hetta er í sjálvum sær rættiliga nógv, men tað er ikki hetta, sum vit eiga at leggja størstan dentin á, sigur Heri Olsen, roknskaparleiðari hjá Tórshavnar Kommunu. Eginognin er virðið av aktivum minus fremmandu skuldina. Eginognin var í 1998 ?einans? 554 mío kr. Hetta sigur okkum so mikið, at tað gongur fram á við tí rúkandi ferð hjá Tórshavnar Kommunu.
Skeita vit eftir útreiðslunum hjá Tórshavnar Kommunu, so fara lutfalsliga flestu pengarnir til sokallaðar tekninskar veitngar. Sum heild eru útreiðslurnar hjá kommununi vaksnar støðugt seinastu árini. Í 1996 vóru útreiðslurnar 223 mío, og í 2000 vóru útreiðslurnar góðar 316 mío. Hetta er hóast skuldarbyrðan hjá kommuni er lætnað munandi. Tað kann eisini viðmerkjast, at útreiðslurnar til barnaansing eru meira enn tvífaldaðar síðani 1996.
Ársúrsltið
Kaga vit eftir ársroknskapinum hjá Tórshavnar Kommunu, so sæst eitt ársúrslit áljóðandi 126.702.000 kr. Inntøkurnar hjá Tórshavnar Kommunu , umframt Tórshavnar Havn, eru 374 míó kr. Inntøkurnar eru skatturin, sum kommunan fær inn. Skattainntøkan er voksin rættiga nógv í hálvfemsunum. Í 1997 lá skattainntøkan hjá størstu kommununi í landinum um 300 milliónir. Hendan myndin av skattainntøkunum hjá Tórshavnar Kommunu samsvarar eisini við búskaparligu gongdina sum heild í føroyska samfelagnum.
Hægri skattargrundarlag
Heri Olsen er roknskaparleiðari hjá Tórshavnar Kommunu. Hann ivastst onga løtu í, at orsøkin til búskaparligu glottarnar hjá Tórshavnar Kommunu skyldast hægri skattargrundarlag. Hann sigur, at vit serliga skulu skoðað gjaldførið hjá Kommuni, um vit skulu meta, hvussu væl fyri kommunan er.
Heri er eisini samdur við tí sjónarmiðið, at gongdin hjá Tórshavnar Kommunu er í tráð við samlaðu búskaparligu gongdina í landinum.
Á fíggjarætlanini fyri 2001 hjá Tórshavnar Kommunu, verður roknað við inntøkum áljóðandi 380 mío kr. Hesi tøl koma frá metingum hjá Toll- og Skattstovuni, men Heri sigur seg hava lyndi til at vera varin. Spurningurin er, um vit ikki nærkast einum lofti viðvikjandi inntøkum.
Framburðurin á nógvum økjum hjá kommununi fer eisini at fáa nakrar fylgjur, m.a. økt trýst á kommuna, sigur Heri Olsen at enda.