DANMARK 1. DEILD
Tað gekk einki serligt hjá føroysku feløgunum í næstbestu deildini. Undantakið var Horsens, har Johan Byrial Hansen er millum spælararnar. Horsens átti heimavøll ímóti Skjold, sum hoyrir til á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Horsens vann 3-0, og á stigatalvuni eru teir trý stig frá oddasessinum og eitt stig frammanfyri eitt nú Skjold og Frem.
Størsta vónbrotið hjá føroyskum útisetum í næstbestu deildini mundi tað vera hjá Fremad Amager. Teir vóru á útivølli á Tingbjerg stadion, har heimaliðið, Brønshøj, sum ongan dystin hevði vunnið undan hesum umfarinum, vann 3-1. Andrew av Fløtum var allar 90 minuttirnar í álopinum hjá Fremad Amager. Hjalgrím Elttør varð skiftur inn, tá ið tað restaði ein lítil løta. Jann Ingi Petersen var als ikki í ferðalagnum hjá Fremad Amager.
Serliga var tað í sambandi við hornaspørk, at Fremad Amager hevði trupulleikar. Eftir tríggjar minuttir skoraði Brønshøj eftir horna, og teir endurtóku sjovið, tá ið átjan minuttir vóru farnir.
Undan steðginum minkaði Fremad Amager um munin, tá ið teir fingu brotsspark. So royndu teir at trýsta fyri at javna, men tað miseydnaðist, og í staðin var tað Brønshøj, sum fekk eitt mál afturat. Heimasíðan hjá Fremad Amager veit at siga, at Andrew av Fløtum var tann, sum hevði flestu royndirnar ímóti mótstøðumálinum.
Ein av spælarunum, sum fekk gult kort, var Vitus Kofoed hjá Brønshøj, sum fyrr í summar royndi seg í GÍ. Higartil hevur tað ikki eydnast honum at skjóta mál fyri Brønshøj.
Jón Rói Jacobsen var í miðverjuni, tá ið Frem vitjaði B93 á Eysturbrúgv. Hann og hinir í Frem verjuni hildu tætt, men tað eydnaðist ikki Frem álopinum at skjóta mál. Úrslitið var ikki so galið fyri Frem, tá ið havt verður í huga, at teir í 2. hálvleiki vóru undirmannaðir.
Púra óvæntað er HIK úr Hellerup saman við SønderjyskE oddalið í næstbestu deildini í Danmark. Tað er eisini heilt óvæntað, at Vejle er á triðja plássinum. Hesa ferð vann Vejle 1-0 í Gladsaxe ímóti AB, sum flutti niður úr superliguni síðsta kappingarár. Tað var vorðið sum sigur hjá Vejle, sum hevði Ulrik Balling sum einsamallan álopsspælara.