Tað gongur væl hjá Egili og NSÍ

Vinnulívsmaðurin av Tvøroyri, sum nú er kjølfestur í Runavík, har hann eisini er fótbóltsvenjari, fegnast um skilagóða arbeiðið í felagnum, ið er amboðið til samleikamenning

Í góðveðrinum í fyrrakvøldið vóru nógv eygnavitni við Løkin í Runavík, tá ið U-18 liðið hjá NSÍ staðfesti sína støðu sum besta ung­linga­liðið í 2013. Longu undan dystar­byrjan var greitt, at NSÍ hevði vunnið FM, og at steypa­vinnararnir í KÍ høvdu vunnið silvurmerkini. Mána­kvøldið vann NSÍ 5-1 ímóti EBS/Skála, og KÍ vann 2-0 ímóti Víkingi. Bronsu­krón­urnar vann B36, sum í síðsta umfarinum vann 1-0 á grann­unum í HB.
Um tað skal roknast út frá avrikunum í hesi deildini, so eiga tvey tey bestu feløgini í U-18 deildini góða framtíð. KÍ var meistari í fjør og í 2010, og NSÍ var meistari í 2008 og 2009 og so aftur í 2013. HB vann unglingadeildina í 2011.
Hetta unglingaliðið hjá NSÍ er mannað við evna­góð­um spælarum, sum hava vunnið FM í 2007, 2008, 2009, 2010, 2012 og so aftur í ár. Eitt er evnini, og nakað annað eru veg­leiðingin, venjingin og karm­arnir.
Meinhard Olsen, sonur Egil Olsen, er ein av óføru spæl­ar­unum, og Bethuel Hansen, sonur bátasmiðin Sámal Hansen er ein annar. Bethuel hevur tó ikki verið við síðani summarsteðgin. Hann er í Silkeborg, har hann hev­ur lærlingasáttmála og spælir við U17 elituliðnum.
Páparnir báðir, Egil og Sámal, hava vant dreingirnir øll árini. Teir hava nomið sær venjaraútbúgving á B-støði, og dreingirnir hava verið huga­ligir og venjararnir væl nøgdir.
Egil er ættaður av Tvør­oyri, har hann í síni tíð var fínur fótbóltsspælari. Hann var á unglingaliðnum í 1980. Danin Henning Svejstrup var venjari, Sverri Midjord syrgdi fyri, at alt kring liðið var, sum tað skuldi vera, og 1980 var merkisvert á tann hátt, at TB vann FM í bæði meistaradeildini og ung­linga­deildini, og at liðini ongan dystin taptu.

Ræður um javnvágina
Egil var á besta TB liðnum 1981-84. Tríggjar ferðir stóðu hann og liðfelagarnir við silvur­krónunum um hálsin, og Egil umboðaði Føroyar á yngru landsliðunum. So fór hann til Noregs at nema sær útbúgving. Eftir útlegdina búsettist hann í Runavík. Hann hevur verið nógv uppi í vinnulívinum sunnanfjørðs, men fótbólturin er orsøk til, at hann nú er nógv uppi í lokala virkseminum, har hann býr.
– Tað er so nátúrligt at hjálpa til, har børnini eru í frí­tíðini, og hetta ber eisini við sær, at tú verður drigin inn í lokala virksemið. Fyrstu árini vóru tað genturnar, sum spældu og vunnu FM, og síð­ani 2007 hava Sámal og eg vant liðið, sum mánakvøldið vann FM í U-18 deildini. Tá ið vit byrjaðu, vóru teir smá­piltar. Góðu úrslitini eru fruktirnar av stórari íløgu. Tað er kapping frá so nógv­um øðrum. Um tilboðið ikki er nóg gott, so verður okkurt ann­að valt í staðin fyri fót­bóltin. Seinnu árini hevur ung­dóms­nevndin virkað væl, og vit hava lagt okkum eftir at hava útbúnar venjarar at taka sær av øllum liðunum. Dreingirnir hava vant 4-5 ferðir um vikuna, og í hesum aldrinum spæla teir nógvar dystir. Tað dámar teimum væl, og teir hvílast skjótt aftur, men tað ræður um at fara fram við skili, sigur Egil Olsen.
Meinhard Olsen og fleiri av hinum spælarunum hava verið ofta á yngru lands­liðunum, og Egil hevur ofta ferðast saman við teimum.
– Tekniskt og hvat spæl­skili viðvíkur eru okkara á sama støði sum aðrir. At tað kortini gongst so illa at vinna kemst av, at okkara krops­liga ikki eru nóg væl fyri. Hinir eru bæði sterkari og skjótari. Ein orsøk er, at tað hjá okkum ikki verður lagd­ur so stórur dentur á styrkis­venjingina. Eg veit væl, at javnvág skal vera í, og at ansast skal eftir, men eg haldi, at hesin parturin hevur ikki verið raðfestur nóg høgt. Hesi seinastu árini hava vit í NSÍ havt styrkisvenjing í vetrar­hálvuni. Tvær ferðir um vikuna hevur tað verið um morgnarnar, áðrenn dreingir­nir eru farnir í skúla. Tað hevur riggað væl, og eg veit, at hetta er ein partur av orsøkini til, at teir hava ment seg so nógv og staðið seg so væl.

Vánirnar eru góðar
Seinastu tíðina hevur tað gingið væl hjá besta NSÍ lið­num, og Egil heldur, at ván­ir­nar eru góðar fyri, at tað eisini komandi árini skal ganga væl. Hann letur væl at venj­ing­unum hjá besta lið­num og samstarvinum, sum er millum venjararnar og Heðin Askam, sum tekur sær av besta liðnum, og sum Egil roknar at vera besta venj­aran í landinum:
– Nógvir av ungu dreingj­unum fáa høvi at venja saman við teimum vaksnu, og fleiri teirra hava longu í ár í løtum verið á besta lið­num. Sámal, Helgi L. Petersen og eg hava umfram av U-18 liðnum ábyrgdina av 2. deildar­lið­num, sum hevur tryggj­að sær uppflyting. Talan er um somu manning, og vit hava nógv samband við Heðin um, hvør skal spæla hvar og nær. Vit fylgja við í venjingunum hjá besta liðnum, og tað ber íblástur við sær.
U-18 liðið, sum nú er meist­ari, er fyri tað mesta mann­að við dreingjum, sum hava aldur at spæla í U-16 deild­ini. Harvið kunnu teir spæla á unglingaliðnum í tvey ár aftrat.

Avbjóðingarnar
Spurningurin er so, hvørjar avbjóðingar Egil og Sámal og hinir í føðiketuni til besta lið­ið síggja fyri sær:
– Í fyrstu atløgu snýr tað seg um karmarnar í og kring felagið og um at syrgja fyri, at venjararnir eru væl fyri. Um tú heldur, at nú er rokkið á mál, so hevur tú tapt. Til­boð­ini eru nógv, og tey fjølgast, og tí er alla tíðina neyðugt at liggja á takinum.
Góðu spælararnir hava hug at fara víðari?
– Ein er farin til Silkeborg, har tað gongst honum væl. Meinhard Olsen hevur tvær ferðir royndarvant í FCK, og møguleiki er fyri, at hann fer aftur hagar ella onkra aðra staðni. Vit fegnast saman við teimum, um tað eydnast hjá onkrum at gera dreymin, sum allir fótbóltshugaðir dreing­ir hava um at liva av at spæla bólt, til veruleika. Men talent­ini eru nógv. Tað síggja vit á dreingja, smádreingja og pilta­liðnum, sum hava staðið seg heilt væl. Um vit bera okkum rætt at, so eigur felagið bjarta framtíð. Og fyri okk­um, sum venja, er tað góður eykavinningur, at barna- og ungdómararbeiðið í felag­num eru gott amboð til saman­renningina av fólk­inum, sum býr her og teim­um, sum eru flutt og flyta higar.