Føroyingar í Keypmannahavn hava eitt ítróttarfelag sum eitur ÍF Føroyar. Ítróttarfelagið rúmar fótbólti, hondbólti og fimleiki, og hevur áður eisini rúma flogbólti.
Í Føroyum frættist ikki so nógv um hvussu tað gongur hjá ítróttarfelagnum í Keypmannahavn, men her ber til at síggja eitt yvirlit yvir hvussu seinasta hálva árið hevur eydnast hjá fótbóltsfelagnum, ÍF Føroyum, í Keypmannahavn.
Hjá besta fótbóltsliðnum hjá ÍF Føroyar hevur seinasta hálva árið gingið hampuligt. Hóast liðið ikki hevur havt annað enn stoltleikan at spæla fyri, hevur tað eydnast at vinna teir flestu dystirnar sum eru spældir. Seinasta hálva árið hevur liðið vunnið átta dystir, tapt fýra og spælt tann eina javnan. Tað rakk til eitt sjeynda pláss á stigatalvuni. Bestu úrslitini hjá fyrsta liðnum hjá ÍF Føroyum hetta seinasta hálva árið hava verið í steypakappingini, har ÍF Føroyar hevur sligið tvey lið út úr kappingini sum dagliga spæla tvær deildir yvir ÍF Føroyum. Christian Høgni Jacobsen hevur havt ábyrgdina av besta liðnum hjá ÍF Føroyum seinastu nógvu árini, men hann steðgar sum venjari í felagnum. Felagið leitar tí eftir nýggjum venjara, har til ber at søkja um starv. Til ber at søkja um starvið við at trýsta her.
Hjá øðrum liðið hjá ÍF Føroyum hevur gingið framúr væl. Annað lið hevur tryggja sær uppflyting og skal komandi kappingarár spæla í Seriu 1. Hetta er onnur ferðin í søgu felagsins at annað liðið hjá ÍF Føroyum skal spæla í Seriu 1. Í teimum tíggju dystunum sum annað lið hevur spælt hetta hálva árið, hevur liðið vunnið allar tíggju dystirnar við málmuni uppá 40-5. Tá er vert at nevna at liðið hevur vunnið stórsigrar móti fleiri av niðaru liðunum, meðan fleiri oddadystir eru vunnir tepurt. Tað er eisini vert at nevna at liðið seinni hevur tapt ein dyst á pappírinum, soleiðis at málmunurin er vorðin trý mál verri, umframt at liðið er skrásett fyri eitt tap. Hetta broytir tó einki á stigatalvuni.
Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum hava skrivað søgu. Tær hava í ár spælt seg víðari í steypakappingini, og er hetta fyrsta ferðin nakrantíð at eitt kvinnulið hjá ÍF Føroyum í fótbólti hevur megna tað. Í deildini sum kvinnurnar hava spælt í, sá leingi út til at kvinnurnar fóru at flyta niður. Men við einum frálíkum endaspurti eydnaðist tað kvinnunum at varðveita plássi í deildini, tá tær endaðu á einum 9 plássi av 11 liðum.
Eisini 3 lið hjá ÍF Føroyum hevur havt eitt fínt kappingarár. Teir liggja í løtuni á einum fjórða plássi í kappingini, men hava tað trupult við at røkka teimum trimum ovastu plássunum nú bert tveir dystir resta í.
Heimavøllurin hjá ÍF Føroyum í Keypmannahavn er á Kløvermarkini á Amager.