Eftir at tað ikki hilnast nakað serligt fyrra partin av kappingini, so gongur tað nú heilt væl hjá teimum næstbestu í NSÍ.
Í dag hava teir vunnið 3-1 á næstbesta liðnum hjá EB/Streymi í Streymnesi. Í steðginum var NSÍ frammanfyri 2-1.
Klæmint A. Olsen setti hol á beinanvegin, og eitt stórt korter var farið, tá ið Kári Hansen umsetti brotsspark til mál.
Andru Poulsen minkaði um munin, tá ið 1. hálvleikur var hálvrunnin. Hann stýrdi við høvdinum bóltin í málið eftir hornasparksinnlegg.
Fram ímóti dystarenda royndi EB/Streymur at leggja trýst á, og tað bar møguleikar fyri NSÍ mótálopum við sær. Í einum sovornum staðfesti Eddie Mikkelsen 3-1 NSÍ sigurin.
Tjúgu minuttir fyri leiklok misti EB/Streymur ein mann, tá ið Niels Pauli Danielsen fyrst sá gula og síðani reyða kortið.