TÓRSHAVN, EIN ALTJÓÐA HØVUÐSSTAÐUR
Ongantíð hava fleiri fólk búleikast í høvuðsstaðarkommununi. Hetta er at fegnast um og økir í allar mátar um virksemið í kommununi.
Seinastu fimm árini eru vit vorðin 1.670 fleiri fólk í Tórshavnar kommunu. Fólkatalið er vaksið 8,4% seinastu fimm árini, og so nógv er fólkatalið ongantíð vaksið áður eftir so fáum árum.
Búskaparliga framgongdin hevur við sær øktan eftirspurning eftir og tørv á tænastum.
Tórshavnar kommuna hevur fyri fyrstu ferð í mong ár sett pening av til fleiri heitar hendur – børnini á dagstovnunum fáa fleiri starvsfólk, og okkara eldru borgarar á eldrabústovnum fáa eisini fleiri starvsfólk til røkt, umsorgan og endurvenjing.
Undirstøðukervið verður alsamt bygt út. Vit síggja nýggjar skúlar, nýggj dagstovnapláss og framkomnar tænastur til okkara eldri. Vegakervið verður eisini bygt út, og fleiri flyta inn í egnan bústað.
Tórshavn - altjóða ítróttarbýur
Umstøðurnar hjá ítróttini skulu lúka altjóða krøv, og Tórshavnar kommuna vil hava fleiri altjóða kappingar til høvuðsstaðin. Hetta stimbrar ítróttina og kann leggja nógvan pening eftir seg í okkara kommunu.
Nýggjur langhylur verður bygdur uppí verandi svimjihøll, sum hevur tænt okkum væl og framhaldandi fer at gera tað, men sum nú er vorðin ov lítil til vaksandi býin.
Langhylurin verður í løtuni fyrireikaður og er lagdur endaliga til rættis í 2020, tá ið byggiarbeiðið eisini byrjar. Altjóða langhylurin stendur liðugur í 2022. Settar eru 120 mió.kr av til langhylin í langtíðar íløguætlanini.
Í 2020 og fylgjandi trý árini eru settar útivið 26 mió.kr av til nýggjan altjóða golfvøll á Glyvursnesi. Golfvølurin skal stimbra golfítróttina, skal stimbra fólkaheilsuna og vera við til at skapa nýggjar inntøkur í ferðavinnuni.
Farið verður komandi ár undir at gera nýggja skjótibreyt til skjótifelagið Byrsumúla á Sandvíkum, har ið skjótararnir í mong ár hava skotið til máls.
Graslíkisvøllirnir í kommununi mugu skiftast út, og lagt verður fyri við at skifta ovara vøll í 2020 og síðani niðara vøll í 2021. Vøllurin á Argjum verður ætlandi eisini skiftur út í 2021. Somuleiðis er neyðugt at skifta ljósmastrarnar kring vøllirnar.
Sett er 1 mió.kr av í 2020 til at fyrireika byggiskrá og annað til at gera eina nøktandi heildarloysn við hølisviðurskiftunum kring vøllin í Hoyvík. Og í langtíðarætlanini fyri 2021-22 eru settar íalt 25 mió.kr av.
Tórshavn - altjóða ráðstevnubýur
Tórshavn er ein virkin viðleikari, nú vinnuferðavinnan verður ment. Settar eru 2 mió.kr av til at menna fundar- og ráðstevnuvinnuna í Tórshavnar kommunu, umframt at samstarvsavtalur eru gjørdar við Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands.
Vit eru sannførd um, at ráðstevnuvirksemi er ein rættur leistur fyri okkum, tí hesi ferðafólkini seta okkum á fleiri mátar á heimskortið sum lokkandi ráðstevnubý.
Sum liður í arbeiðinum at leggja lunnar undir, at Tórshavn gerst ein altjóða ráðstevnubýur, hevur kommunan lagt langtíðarætlanir um eina stórhøll – hetta fyri at kunna hýsa stórum ráðstevnum, konsertum og øðrum tiltøkum og ikki minst at kunna luttaka og hýsa kappingum í eitt nú handbólti, fótbólti og frælsum ítrótti.
Tórshavn – har børnini trívast
Stóri vøksturin í tilflytingini sæst aftur í vaksandi barnatalinum, ið hevur við sær øktan tørv á dagstovnaplássum.
Síðani 2017 eru útvegað umleið 140 dagstovnapláss og umleið 70 fyribilspláss. Í 2020 verður roknað við samanlagt 75 fleiri børnum í dagansing.
Av hesum eru 106 fleiri børn í barnagarði og 20 fleiri í ungdómstilboði. Nøkur færri eru í frítíðarskúla.
Til tess at nøkta tørvin á dagstovnaplássum verður Býlingshúsið vesturi á Flat bygt út við fýra stovum, og hetta svarar til umleið 60 pláss aftrat. Settar eru av 18,2 mió.kr til hetta á íløguætlanini komandi ár.
Tórshavn – eitt gott stað hjá eldri
Eldraøkið verður uppraðfest við øktari játtan til enn fleiri tænastur á Heilsu- og umsorganarøkinum.
Arbeiðið at byggja Tjarnargarð út sum demensdepil verður liðugt komandi ár, og hetta fer at økja um talið á plássum. Settar eru 10 mió.kr av á íløguætlanini í 2020.
Gongd er sett á nýggja depilin í Hoyvík til umlætting og endurvenjing. Talan er um 27 nýggj umlættingarpláss og 7 nýggj búpláss. Settar eru av 57 mió.kr komandi ár til at lata depilin byggja, og gongst sum ætlað, er hann liðugur komandi ár.
Sett er út í kortið at lata nýtt røktarheim byggja. Á langtíðar íløguætlanini eru settar av íalt 154 mió.kr.
Nýggjur kommunulækni er settur, og nýggj høli eru fingin til vega í Hoyvík. Talið á fulltíðarsettum kommunulæknum er økt úr 13 upp í 14. Soleiðis er læknatrotið í Tórshavnar kommunu loyst.
Reingerðartænastan til eldri borgarar heldur fram, og játtanin til røktartænastur verður hækkað við 3 mió.kr.
Tórshavn – skúla og altjóða lestrarbýur
Komandi ár verður Skúlin á Fløtum, sum er størsta íløga í kommununi av sínum slag nakrantíð, liðugur. Samlaði kostnaðurin er útivið hálva milliard krónur. Í 2020 eru settar 116 mió.kr av.
Fyrr í ár varð størsta íløgan í mentanar- og tónleikalívið í býnum, stásiligi og framkomni Tórshavnar Musikkskúli, latin kommununi.
Hoyvíkar skúli og Sankta Frans skúli verða dagførdir, og er peningur settur av til hetta arbeiðið í langtíðar íløguætlanini.
Bíðitíðin eftir bátaplássi í Havn hevur í áratíggjur verið sera long. Nú er samtykt at lata byggja eina nýggja smábátahavn í Álakeri. Settar eru av 10 mió.kr í 2020 og 15 mió.kr í 2021.
Tórshavn – ein orkusparandi og grønur býur
Kommunan vil ganga á odda við grønum orkuloysnum og á henda hátt basa veðurlagsbroytingunum.Hetta er samstundis við til at styrkja kappingarførið hjá kommununi, at dýra olju- og el-nýtslan minkar.
Samtyktur er víðfevnandi orkupolitikkur, sum kommunan ætlar sær at seta í verk komandi ár og árini fyri framman. Til tess at fremja ætlanirnar eru settar av 13,5 mió.kr um árið frá 2021-25. Komandi ár eru 5 mió.kr settar av.
Eisini er umráðandi hjá okkum at halda býin reinan og røkja bygningarnar væl. Veðurlagsbroytingarnar eru átrokandi, og tí raðfestir Tórshavnar kommuna burðardygga menning.
Tørvur er eisini at hugsa um nýggjar og øðrvísi loysnir til parkering og býarøkið sum heild. Tí eru íløgur gjørdar í býarfríðkan, byggibúning og miðbýarætlanina fyri Steinatún og Vágsbotn.
Hildið verður fram at hjúkla um tey grønu økini og frílendini í kommununi umframt at varðveita øki við serligum náttúru- og lendisfyribrigdum kring alla kommununa. Eisini verða lendisgøtur í kommununi og gøtan kring Havnina raðfestar umframt, at vit fara at síggja fleiri trø í kommununi. Settar eru 5 mió.kr av til at fríðka kommununa.
Samstundis, sum arbeitt verður við at útvega fleiri parkeringspláss, eru enn fleiri betringar gjørdar á Bussleiðina, sum nú bjóðar borgarunum koyring allar dagar í vikuni.
Arbeitt verður við at betra um steðgiplássini, bussskýlini, kunningina, fleiri súkklu-/gonguleiðir og pendlarapláss.
Høvuðsstaðurin veksur við rúkandi ferð, og ferðslan økist ájavnt hesum. Samtykt er málið, Havnin sum súkklubýur. Hetta er framsíggin ætlanin, har Havnin skal gerst millum heimsins bestu súkklubýir. Til tess at koma longur fram á leið við ætlanini eru settar 1,0 mió.kr av í 2020 og 2 mió.kr um árið næstu árini.
Endurnýtslan og rusk
Nógv bendir á, at komið er at ávísum mørkum við brennistøðini á Sandvíkarhjalla.
Støða skal tí takast til, um Havnin sjálv skal byggja eina nýggja brennistøð, ella um tað kann vera skilabetri at gera slíka risastóra íløgu saman við øðrum pørtum.
Í langtíðar íløgugætlanini er slík íløga mett at kosta 350 mió.kr fram til 2025.
Langtíðarætlan fyri íløgur
Í fjør varð fyri fyrstu ferð gjørd ein fimm ára íløguætlan, og er henda nú blivin dagførd fyri árini 2021-2025.
Ein langtíðar íløguætlan tryggjar, at stóru íløgurnar verða gjørdar í skipaðari tilgongd og kunnu lagast hvør eftir aðrari og tørvinum á ymsu málsøkjunum.
Skynsamur fíggjarpolitikkur
Vaksandi fólkatalið sæst aftur í fíggjarætlanini fyri 2020
Inntøkurnar eru mettar til beint oman fyri 1.064 mil.kr. Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru mettar til umleið 825 mil.kr. Íløgukarmurin er 257 mil.kr, umframt at arbeiðið at víðka um Tórshavnar havn heldur framm og eftir ætlan er liðugt í 2021.
Kommunan, sæð burtur frá Tórshavnar havn, hevur ikki seinastu mongu árini havt tørv á lántøku. Tørvurin á nýggjum umlættingar- og endurvenjingarheimi hevur við sær, at neyðugt er at útvega heimild til at læna 57 mil.kr, ið komandi ár verða nýttar til nýggja heimið. Gongdin í teim ymsu byggiverkætlanunum fer at vísa, um neyðugt verður at taka lánið.
Havast skal í huga, at Tórshavnar kommuna seinastu trý árini hevur spent seg óvanliga nógv fyri at lata byggja Skúlan á Fløtum, Tórshavnar Musikkskúla og vegir kring skúlarnar fyri 560 mil.kr uttan lántøku.
Skattaprosentið er framhaldandi 19,00%,og barnafrádrátturin í skattinum framvegis 8.000 kr.
Gongdin í vinnuni hevur verið góð, og inntøkurnar frá partafelagsskattinum hava ongantíð verið hægri.
-----
Vit fegnast um góðu gongdina í kommununi og í samfelagnum annars. Vit viðurkenna eisini avbjóðingarnar, ið fylgja við og hava tikið atlit at stóru broytingunum, sum verða komandi árini.
Annika Olsen
borgarstjóri
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: Calibri; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }a:link, span.MsoHyperlink { color: rgb(5, 99, 193); text-decoration: underline; }a:visited, span.MsoHyperlinkFollowed { color: rgb(149, 79, 114); text-decoration: underline; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }