Føroyska A-landsliðið hevur fýra ferðir spælt móti Rumenia. Fyrstu ferð í 1992 og fjórðu ferð í 2009. Samanlagt hevur Rumenia vunnið 15-1 yvir allar fýra dystirnar. Serliga liðið í HM 1994 undankappingini var framúr gott. Her fara vit gjøgnumganga vit tær fýra uppgerðirnar.
Til ber at síggja samandráttin frá dystinum við at trýsta á pílin á myndini – ella trýsta HER
Her í 1. parti hyggja vit eftir dystinum, sum bleiv spældur í Bukarest í Rumenia tann 6. mei 1992. Hetta var fyrsti dysturin hjá føroyska landsliðnum í HM 1994 undankappingini. Eftir at allur heimurin klappaði fyri okkum í Landskrona móti Eysturríki, so er HM 1994 undankappingin eitt satt “Wake up call” fyri føroyskan landsliðsfótbólt.
Tað byrjar í Bukarest í Rumenia, har eitt óvanliga sterkt rumenskt landslið tekur ímóti. Millum spælararnar er Gheorghe Hagi, sum um tað mundi spælir í Real Madrid. Av øðrum kunnu nevnast Gheorghe Popescu og Dan Petrescu, sum blivu millum stóru fótbóltsnøvnini í Rumenia.
Føroyska landsliðið royndi at liva víaðri upp á góðu byrjanina, meðan tað heima í Føroyum bleiv arbeitt við at fáa altjóða góðkendan fótbóltsvøll á Toftum. Tað skuldi skjótt vísa seg, at Rumenia ikki ætlaði at undirmeta Føroyar eins og Eysturríki gjørdi á sinni.
Longu í hálvleikinum var Rumenia á odda 5-0. Tað endaði við einum avklapsningi upp á heili 7-0.
Rumenia – Føroyar 7-0 (5-0)
1-0 Gavrila Balint, 4
2-0 Gheorghe Hagi, 14
3-0 Marius Lakatus, 28
4-0 Gavrila Balint, 40
5-0 Ion Lupescu, 44
6-0 Constantin Pana, 55
7-0 Gavrila Balint, 78
Føroyar: Jens Martin Kundsen – Jóannes Jacobsen, Tummas Eli Hansen, Mikkjal Danielsen – Alvi Justinussen, Jan Dam(Todi Jónsson, 60.min), Magni Janskor(Torkil Nielsen, 50.min), Allan Mørkøre, Ábraham Løkin, Kári Reynheim – Jan Allan Müller
Á bonkinum: Kaj Leo H. Johannesen, Kurt Mørkøre og Oluf Mortensen
Venjari: Páll Hagbert Guðlaugsson
(Kelda: Faroesoccer.com)