? Tað heimliga situr í ótilvitanini

Sigur Olivur við Neyst, sum við motivum úr heimliga umhvørvinum í Norðoyggjum sýnir fram í Spegl- og Rammubúðini við Sundsvegin í Havn

Eirikur Lindenskov


35 pastel- og vatnlitsmyndir hevur listamaðurin Olivur við Neyst at sýna fram í framsýningarhølinum hjá Spegl- og Rammubúðini á Føroya Termovirki við Sundsvegin í Havn.

Hetta er fyrsta listaframsýning hjá Spegl- og Rammubúðini, men ikki tann síðsta, siga tey, tá Sosialurin vitjaði inn á gólvið.

Olivur við Neyst sigur, at hann hevur málað øll listaverkini í ár - og kveikjanina hevur hann fingið úr heimliga umhvørvinum í Norðoyggjum, sigur hann.

Hetta er fyrsta framsýningin hjá Olivuri í Føroyum í ár, men hann hevur kortini sýnt fram í Danmark.

? Í summar hevði eg eina framsýning í Grenå, eins og eg saman við øðrum, m. a. Ingálvi av Reyni og Kára Svensson, sýndi fram í NB Gallarínum.

Annars er Olivur farin at fyrireika seg til várframsýningina, sum verður marsmánaði.

Seinast í mars verður eisini ein føroysk framsýning í Det Fri við Østerport Station í Keypmannahavn. Olivur ætlar, eins og fleiri aðrir listarmenn, at vera við. Hetta er ein úrtøkuframsýning, sum Listafelagið skipar fyri.

Framsýningin hjá Olivuri við Neyst í Spegl- og Rammubúðini verður opin til jól jóla - soleiðis:

Mánadag - hósdag kl 800-1700

Hósdag - fríggjadag kl 800-1700

Leygardag kl 1000-1300.