Tað hendir ...

Her er nakað av tí, sum tú kanst brúka tíð upp á næstu dagarnar

Dylan syngur jólasangir

Ummælarar vita ikki rættiliga, hvat teir skulu halda, nú Bob Dylan er farin at syngja jólasangir á sínum gomlu døgum. Í vikuni kom hansara fyrsta jólafløga »Christmas in the Heart« á marknaðin, har eyðkenda røddin roynir seg við bæði gomlum og nýggjari jólasangum. Fleiri halda Santa Bob ljóða heldur forkølaðan á fløguni, men Dylanska sjarman feilar onki.

Bob Dylan

Christmas in the Heart


Helgason í essinum

Íslendski Hallgrimur Helgason er í essinum í síni nýggju skaldsøgu um kroatiska leigumordaran Toxic, sum av misgáum endar í Reykjavík sum amerikanski prædikumaðurin Father Friendly, haðani hann eygleiðir íslendska samfelagið við einum gløggum og sera speiskum gestsins eyga.

Hallgrimur Helgason

En lejemorders guide til et smukt hjem

Lindhardt & Ringhof


Franskt/føroyskt í Perluni

Í kvøld verður dupultkonsert í nýggju Perluni í Tórsgøtu. Edvard Nyholm Debes og Uni Debes fara á pallin at spæla saman, og harumframt spælir Claude Chichon kendar franskar klassikarar og egið tilfar.

Perlan í Havn

fríggjakvøldið 23/10 kl. 22.00


Poppur við kanti

Songkvinnan Katrina Petersen hevur útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í sambandi við, at hon júst hevur givið út fløguna »Colourless Day«. Hetta er hennara fyrsta fløga, og tónleikin lýsir hon sum eitt slag av indiepoppi við kanti.

Sjónleikarahúsið í Havn

fríggjakvøldið 23/10 kl. 21.00


Undir á palli

Eitt undur kallar Tjóðpallurin tað, tá leikarar fara á pall við stórfingnari uppseting av nýskrivaða leikinum hjá Jóanes Nielsen leygardagin. Leikurin er um ein álvarsliga sjúkan drong, sum droymir at hann er Pinocciho í eini søgu, ið snarar kring spurningin, hvat tað vil siga at vera menniskja. Búi Dam hevur skrivað tónleikkin til leikin.

Tjóðpallurin

leygarkvøldið 24/19 kl. 19.00


Edward í Focus

Listamálarin Edward Fuglø telist millum teir meira nýskapandi føroysku málararnar. Málningarnir hjá Edwardi Fuglø hava surrealistskt sniðeykenni, og tað er innihaldsliga ein vend í føroyskari list. Surrealisman lýsir veruleikan klæddan í ein annan ham, sum er meira líkur eini dreymaverð.

Edward Fuglø

Galeri Focus

Frá fríggjadegnum 23/10


Uppgerð við heimsins bestu mammu

Kend donsk sjónvarpskvinna Line Baun Danielsen tekur nú eina uppgerð við tankan hjá kvinnum um, at tær skulu verða heimsins bestu mammur.

- Kvinnur skulu ikki halda, at tær skulu verða heimsins bestu mammur. Tær skulu verða góðar mammur, sigur Line Baun Danielsen.

Bókin byggir á samtalur við tríggjar kendar danskar mammur – Anne Dorthe Tanderup, Pernille Aalund og Anne Mette Rasmussen.

Line Baun Danielsen

Verdens Bedste Mor

Forlaget Turbulenz



Stórdystur millum teir stóru

Tá ið Manchester United og Liverpool bresta saman í ensku Premier League, má tað roknast sum tann størsti fótbóltsdysturin, sum spælast kann í Onglandi. Siðvendu og vinnandi liðini eru arvafíggindar og grannar í útnyrðingsonglandi. Liverpool hevur nú tapt fýra dystir á rað og skal royna at reisa seg í dysti ímóti meistarunum og oddaliðnum.

Liverpool-Manchester United

Canal+ Sport1

Sunnudagin 24/10 kl 14.00



Nær verða oljukeldurnar turrar?

Føroyar teljast millum tey londini í heiminum, sum eru mest tengd at olju, men hvussu nógv olja er eftir á jørðini? Tosað verður við Rúna M. Hansen frá Statoil Hydro og við Magna Laksáfoss, búskaparfrøðing, sum hevur granskað í oljunýtsluni.

Vitan

ÚF hósdagin 29/10 kl 17.05