Við pallborðið á norðurlendska javnstøðufundinum leygardagin tosaði Turið Debes Hentze fyri javnstøðunevndina í Føroyum um líkaløn í Føroyum. Inga Galamba fyri donsku nevndina tosaði um kvinnur á arbeiðsmarknaðinum, um arbeiði og familjuna, og pensjónsviðurskifti. Anne Lise Ryel fyri norsku nevndina tosaði um, tá ið kynið fer í lønarposan, hvat líkaløn er, og um kvinnuyrki eru lægri lønt enn mannfólkaarbeiði. Lise Bergh fyri svensku nevndina tosaði um somu løn fyri arbeiði av sama virði, um arbeiðsvurdering, um hvussu ein fær líkaløn og um hvørji tiltøk eru neyðug at fremja. Päivio Romanov fyri finsku nevndina tosaði um hagtøl, hvat tey vísa, um kollektivar lønarsáttmálar og hvat verður gjørt fyri at minka um lønarmissin. Og Jessie Kleemann fyri grønlendsku javnstøðunevndina tosaði um javnstøðu og líkaløn. Í blaðnum í morgin verður útgreinað nærri, hvat umboðini fyri javnstøðunevndirnar løgdu fram.