Í Kongsvinger var lagið gott leygarkvøldið og sunnudagin. Vit høvdu Julian Johnsson á tráðnum fyrrapartin í gjár, og hann visti at siga, at bæði millum spælararnar, í felagnum og millum áskoðararnar hjá fótbóltsliðnum í býnum kendist tað sum ein stórur lætti, at teir á útivølli í Oslo leygardagin høvdu endurvunnið sær rættin at taka lut í fremstu fótbóltsdeildini í Noregi.
? Eg skilji á lagnum, at summir spælarar hava klausul í sáttmálanum, sum sigur, at um felagið flytir niður, so eru teir leysir. Tað vil siga, at um vit høvdu flutt niður, so høvdu fleiri spælarar heilt víst farið úr felagnum, sum eisini hevði mist stórar upphæddir í stuðulsinntøkum og ivaleyst eisini í áskoðarainntøkum. At áhugin millum fólkið er stórur fyri felagnum varð staðfest í, at umleið eitt túsund fólk koyrdu til Oslo ? í bili tekur tað eini fimm korter ? at stuðla okkum, og hvat úrslitinum viðvíkur fingu tey tíbetur ein góðan túr.
Eftir 1-1 javnleikin í Kongsvinger mikudagin í síðstu viku varð roknað við, at tað fór at verða torført hjá Juliani Johnsson og teimum, og í fyrra umfarinum leygardagin var tað lítið, sum bendi á, at teir fóru at vinna stórsigur. Kjelsås pumpaði høgar bóltar inn í brotsteigin hjá Kongsvinger, og onkrir møguleikar spurdust burturúr, men álopsmaðurin, sum plagar at skora nógv, misbrúkti nakrar ferðir.
Orðadráttur stóðst av leiðslumálinum, sum Kongsvinger fekk eftir sjey minuttir. Mett varð, at álopsmaðurin stýrdi bóltinum í málið við hondini.
Í 2. hálvleiki gekk undan hjá Kongsvinger, sum skoraði fýra ferðir afturat.
? Vit fingu ikki okkara spæl at hanga saman, og so royndu vit at brúka uppskiftina hjá teimum og stríddust fyri søkini, segði Kongsvinger venjarin Per Brogeland aftaná.
Julian Johnsson er ikki ónøgdur við mátan, sum teir spældu uppá. Hann heldur, at liðavrikið var sera gott, og venjarin er ikki ósamdur við honum:
? Liðavrikið hevur ofta verið vánaligt í ár, men hesa ferð var tað gott, segði venjarin, sum staðfesti, at nú fer felagið bæði at selja og keypa spælarar.
Julian Johnsson, sum byrjaði í felagnum á nýggjárinum, roknar við, at hann fer at halda fram:
? Eg taki tað heilt róliga, og eg eri sjálvandi fegin um, at tað eisini komandi ár verður í Tippuliguni, at vit skulu spæla.
Fyrireika seg beinanvegin
Seinnapartin í gjár, klokkan 15, skuldi Julian fyri fyrstu ferð til venjingar, eftir at teir hava endurvunnið sessin í bestu deildini. Føroyski miðvallarin roknaði ikki við, at venjingin í hesi vikuni fór at verða hørð. Komandi leygardag skal Kongsvinger spæla móti einum lægri staddum liði í økinum, sum býurin liggur í. So fara teir at halda frí í tríggjar vikur, og 1. desember fara teir undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
? Eg rokni við, at vit fram til jóla fara at leggja størsta dentin á at venja bóltførleikan. Á jólum og nýggjárinum fara vit at halda frí, og so verður av álvara ferð sett á fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Eg rokni við, at vit skulu á venjingarleur og alt tað, sum hoyrir til í tí sambandinum, men enn hava vit einki hoyrt um hetta, endar ein fegin Julian Johnsson úr Kongsvinger, har hann hevur sáttmála tvey ár afturat.