Tað lætnaði hjá klaksvíkingum, tá ið síðsta bríkslið hevði ljóðað í storminum leygardagin. KÍ hevði vunnið 1-0 á Skála, og tað sást á bæði spælarum og viðhaldsfólkum, at tað hevði ovurhonds týdning, at hesi stigini komu til høldar.
Hetta var ikki so undarligt. Sigurin bar við sær, at niðurflytingin blásti eitt sindur longri burtur í øllum vindinum. Og harafturat stóð tað ikki so lítið á síðstu løtuna.
Skála venjarin, John Petersen, hevði vánaligar fyritreytir at arbeiða út frá. Fleiri av stuðulsspælarunum vóru ikki tøkir orsaka av skaðum, og onkrir teirra noyddust á vøllin, hóast teir vóru skaddir.
Síðstu løtuna spenti Skála álopsbogan, eitt nú setti venjarin seg sjálvan á vøllin. Um úrslitið gjørdist eitt, tvey ella trý mála tap hevði ikki so stóran týdning. Liðið varð umskipað, og seinastu løtuna vóru tað bara tveir ella hálvur triði í skálaverjuni.
Tað ráddi um at dyrgja eftir javnleikinum, og fleiri ferðir síðstu løtuna var um reppið, at tað eydnaðist at fáa mál. Bestu møguleikarnar høvdu innskifti og hálvskaddi Slavisa Kaplanovic og miðverjin Milan Curcic, sum úr góðari støðu eftir horna sendi beint á KÍ málverjan.
Málið og møguleikar
Heimaliðið hevði størri tyngd og breidd, og sammett við tíðliga í hesum árinum er viljin at spæla í staðin fyri at sparka fótbólt so nógvar ferðir størri. Líkindini vóru so mikið vánalig, at dysturin átti at havt verið útsettur til t. d. í gjár, og vánaliga veðrið darvaði spælinum heilt nógv.
Fyritreytirnar at spæla gjørdust ikki betri av, at ov ofta var bólturin ov ovarlaga, og harvið var vindurin uppaftur størri bági, enn hann annars hevði havt verið.
KÍ var grammari, og klaksvíkingar høvdu onkrar møguleikar. Toppskjúttin Paul Clapson var bæði í 1. og serliga í 2. hálvleiki í góðum støðum at gera mál, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað honum at sleppa upp í part, hóast hann tóktist hava góðan hugburð.
Serliga stórur var møguleikin, tá ið Jan Andreasen stutt eftir, at hann varð fluttur fram á miðvøllin, har hann stóð seg væl, snildisliga stakk bóltin fram ímillum til toppskjúttan. Men PCarin hjá KÍ er ikki so væl virkandi í løtuni, sum hann var fyrr í ár.
Nýggi spælarin, Denni Conteh, sást tað ikki so nógv til. Hann tóktist hava tað torført á váta graslíkinum og saman við viðspælarunum.
Einsamalla málið stóðst av tilvild. Harley Bertholdsen sendi fríspark úr 43 metrum, bólturin støkk eina ferð í graslíkið í brotsteiginum, og millum nógvar klaksvíkingar og skálamenn ferðaðist bólturin umvegis tvørtræið og í málið.
Men í oktober verður tað líka mikið, hvussu klaksvíkingar skoraðu málið, sum bar trý stig við sær. Tað er møguleiki fyri, at hetta illveðursmálið fer at verða munurin millum sunnudags- og leygardagsfótbólt í Klaksvík næsta ár!
KÍ 3 bóltar
Skála 2 bóltar