Tað lovaða landið hjá Eidesgaard

Tann nýggja veljarakanningin bendir á, at úrslitið av fólkaatkvøðuni um fullveldi kann gerast eitt NEI. Hendir tað, fara øll eygu at venda sær móti Jóannesi Eidesgaard. ?Kom nú við tínari sjálvstýrislóg?, fara fólk at siga. Og hann fer standa, sum hevði hann bitið í lort. Tí sjálvstýrislógin kann ikki setast í verk. Hon er fupp og svindil úr enda í annan

Í Sosialinum 1. apríl undrast Hanus Andreassen á, hví Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ikki samstarva um sjálvstýrispolitikkin.

Tað mátti ikki verið so ómøguligt at nærkast hvørjum øðrum, skrivar hann, tí ?báðir flokkar vilja av við blokkin, á skipaðan hátt og eftir einum ávísum áramáli. Báðir vilja, at Føroyar skulu vera eitt sjálvstøðugt land, javnlíki hjá teimum suverenu statunum í Norðurlondum. Báðir vilja, at Føroyar skulu varðveita - kanska vaksa um - samstarvið við Danmark, Norðurlond og kanska umheimin sum heild?.

Vit eru fleiri enn Hanus, sum undrast.

Tí tað er, sum hann sigur. Javnaðarfloksins stevnumið samsvara næstan fult og heilt við tað, sitandi samgonga hevur sett sær fyri at fremja.

Tað einasta sum tykist skilja partarnar, er spurningurin um, hvørt Føroyar skulu hava fullveldi við egnari grundlóg ella ikki.

Men hyggja vit nærri eftir, so er í veruleikanum eingin munur.

Á síðu fimm í tí nógv umrødda bóklinginum hjá Javnaðarflokkinum stendur, at Føroyar og Danmark skulu vera tvey ?sjálvstøðug og javnsett lond?. Og skulu Føroyar verða eitt sjálvstøðugt og javnsett land við nakað annað land, so letur tað seg altso ikki gera, so leingi vit eru undir grundlógini hjá Danmark. Ynskir Javnaðarflokkurin einar ?sjálvstøðugar og javnsettar? Føroyar, so ynskir hann eisini fullveldi.

Ella sum Hanus Andreassen sigur: ?Eftirsum Danmark er eitt fullveldi, áttu Føroyar eisini at verið tað, annars vóru londini ikki javnlíkar?.

Á somu síðu í bóklinginum verður einaferð afturat gjørt klokkuklárt, at flokkurin vil hava eitt føroyskt fullveldi. Har stendur nevniliga eisini, at ?Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, er hægsti myndugleiki í Føroyum?. Ein greiðari definitión av fullveldi er ikki til. Og tað eru altso stevnumiðini hjá Javnaðarflokkinum, vit tosa um.


Fullveldi undir

danskari lóg?

Tað er ógvuliga trupult at finna útav, hvat problemið hjá Javnaðarflokkinum er. Stevnumiðini siga so púra krystallklárt, at er málið hjá flokkinum er fullveldi. Og tað merkir, at sitandi samgonga arbeiðir av fullari kraft við at seta í verk idealið hjá Javnaðarflokkinum.

Men javnaðarmenn eru rasandi! Teir finna seg ikki í tí! Nú má saðlast um! sigur Eidesgaard.

Javnaðarleiðarin vil altso hava, at javnaðarpolitikkurin verður steðgaður, tí politikkurin stríðir ímóti áhugamálunum hjá Javnaðarflokkinum?

Eg sigi sum Hanus: Eg skilji einki petti?

Og tá man so roynir at finna útav hvat tað er sum bagir, fer tað heilt at mala.

Tí tað vísir seg, at javnaðarmenn í talum og greinum vilja hava nakað heilt annað enn tað, sum teir hava viðtikið og prentað í fleiri litum og sent í hvørt hús í landinum: Javnaðarmenn vilja nevniliga verða verandi undir teirri donsku grundlógini!

Men teir vilja eisini vera eitt sjálvstøðugt og javnsett land! Og teir vilja eisini, at Løgtingið skal vera okkara hægsti myndugleiki!

Flokkurin vil altso bæði siga ja og nei. Hann vil bæði til høgru og til vinstru. Hann vil vera bæði innanborða og uttanborða. Hann vil bæði hava fullveldi og ikki fullveldi. Sjálvstøðugt land og ikki sjálvstøðugt land.

Og felagsnevnarin, har allar mótsøgnirnar skulu savnast til eina forsónandi eind, er tann magiska sjálvstýrislógin.


Tey 32 prosentini

Boðini til fólk eru altso, at skeri eg teg her, ja, so fái eg teg har allíkavæl.

Tað hevur eydnast at fáa fólk at trúgva, at tað ber til. Og tað er ikki so løgið. Hvussu kann nakar halda, at flokkurin hjá Øregaard og Dam fer at lumpa fólk?

Tað fyribils úrslitið er, at 32% av fólkinum í eini nýggjari kanning siga seg taka undir við hesum sokallaða politikkinum. Tey vilja fylgja Jóannesi Eidesgaard inn í tað lovaða landið, har Føroyar eru ?eitt sjálvstøðugt land undir teirri donsku grundlógini?.

Jóannes fegnast. Sjálvandi. Í politikki er stuttligt hava undirtøku. Framgongd í veljarakanningum. Popularitet.

Men Jóannes Eidesgaard tykist gloyma, at ein popularitetur, sum er vunnin við at geva fólki órealistiskar vónir, er vandamikil. Tí einaferð fara tey at krevja tað, sum teimum er lovað.

Kanska fara tey eisini ein dag at krevja sítt frá Javnaðarflokkinum.

Undirtøkan fyri ?sjálvstýrislógini? er ið hvussu er vaksandi. Tað kann hugsast at hon fer at býta tey 75% av føroyingum, sum sambært kanningini vilja hava sjálvstýri, í tveir bólkar. Úrslitið kann gerast eitt NEI á fólkaatkvøðuni um fullveldi.

Og so fara øll eygu í landinum - og í øðrum londum - at venda sær móti einum manni: Jóannesi Eidesgaard.

?Kom nú við tíni sjálvstýrislóg?, fara fólk at siga. ?Gev okkum nú eitt land sum bæði er sjálvstøðugt og javnsett við onnur lond - og sum samstundis er undir grundlógini hjá Danmark?.

Og so fer Eidesgaard at standa har. Við tómum hondum. Og ikki vita, hvat hann skal siga.

Og tá fer hann at angra, at hann hevur spælt við følskum kortum. At hann hevur lovað fólki nakað, sum slett ikki kann setast í verk.

Men enn er skaðin ikki hendir. Enn eru stundir hjá Javnaðarflokkinum at leggja sína populistisku og ábyrgdarleysu propaganda til viks, og í staðin vera við til at seta í verk tey stevnumið, sum hann sjálvur hevur samtykt.

Enn eru stundir at skifta tann partapolitiska taktikkin út við konstruktivan politikk. Enn eru stundir at vera við til at rudda upp í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. At skapa greiðar linjur fyri okkara samstarvi við Danmark.

Og greiðar linjur fáa vit ikki fyrr enn londini veruliga eru javnsett. Ikki fyrr enn vit vita, hvar vit standa. Ikki fyrr enn vit samstarva við danir á jøvnum føti. Ikki fyrr enn vit - eins og Danmark og øll onnur lond - hava evsta valdið heima hjá okkum sjálvum.

Tað er tað, tey nevna fullveldi.


Sjúrður Skaale