Tað regnar í Rex

Sum vant, verður livandi tónleikur í Rex um vikuskiftið, og leygarkvøldið verður tað so All That Rain, ið fer at undirhalda. Tíðindaskriv

 

Bólkurin fer at spæla bæði útlendskt tilfar og egin løg ? gomul sum nýggj. All That Rain, sum hevur umleið 10 ár á baki, hevur havt skiftandi manningar. Seinastu árini hevur oddamaðurin verið Rókur Jákupsson, ið á Planet Awards varð valdur til ársins sangara. Orkumikli sangarin, ikann syngja hvat sum helst høgt sum lágt.

 

All That Rain hevur fyri tað mesta spælt á føroyskum dansistøðum, og leygarkvøldið stendur so Rex fyri turni.