Tað reina luksus

Við trimum orðum lýsir Marni Olsen stutt fýra daga túrin, sum hann og konan, Mirjam og eitt annað par úr Havn, høvdu umborð á Queen Mary II. Í fýra dagar vóru tey royndarferðafólk hjá øllum tænarum og allari manningini umborð á ferðamannaskipinum, soleiðis at alt fer at klappa, tá gjaldandi ferðafólkini koma við

Eina fýra daga ferð við tí nýggjasta, størsta og allarhelst dýrasta ferðamannaskipinum í heimsflotanum, har so gott sum alt er er ókeypis, ljóðar sum ein dreymur. Fyri mong verður tað helst eisini verandi ein dreymur. Men fyri tey fýra Marna og Mirjam Olsen og Marna og Sylviu Abrahamsen úr Havn bleiv hesin dreymur veruleiki fyrst í hesum árinum.
Tá stigu tey saman við yvir 2.000 øðrum ferðafólkum umborð á risastóra ferðamannaskipið, Queen Mary II, sum Marni lýsir tað reina luksus.
Ein ferð inn í ríkmannaheimin, har luksus yvir luksus er alt. Har tænastufólk eru á hvørjum horni og vilja bert syrgja fyri, at júst tú hevur tað besta og bara tað besta. Har tænararnir eru í smoking og hvítum handskum. Har tað ikki trýtir við matstovum, barrum, handlum, svimjihylum, gosbaðum, hitarúmum, venjingarhølum og øðrum hentleikum.

Innbjóðing
Hesi fýra vórðu boðin við á ein sokallaðan royndartúr við Queen Mary II. Ein túr, sum á enskum verður kallaður "Shake Down Cruise". Tað vil siga, at tá avprøva tey alt. Ein generalroynd, um ein kann kalla tað so fyri alt skipið, áðrenn rindandi ferðafólkini koma við. Reiðaríið, Cunard, vildi tryggja sær, at alt verður í lagi til ta tíð, so tí skipaði tað fyri hesum royndartúrinum, har starvsfólkini í reiðarínum kundu bjóða familju ella vinum við á ferðina.
Í hesum reiðaríi arbeiðir ein vinkona hjá Mirjam, konu Marna Olsen. Hon eitur Anja Eyvindsson, og hon bjóðaði so hesum fýra føroyingunum við.
Skipið lá í Southampton, og fyrsta inntrykkið, sum tey fingu, tá tey stigu inn í risastóru høllina var einastandandi flott og vakurt. Samstundis sum trygdin var í hásæti.
? Har stóð ein røð av tænarum í hvítum handskum, og trygdareftirlitið var líka strangt, sum tá farast skal í ein flúgvara, sigur Marni.
Hann og Mirjam fingu eitt kamar nakað niðarlaga í skipinum, sum hevði allar hentleikar, sum eitt fínt hotellkamar hevur.
Skipið sigldi úr Southampton og aftur til býin tvær ferðir á hesi ferðini, úr Southampton 2. januar og aftur 4. Úraftur Southampton 4. januar og innaftur 6. tá ferðin so var av. Tað vil siga, at tey sigldu runt í ensku kanalini og fóru so innaftur í Southampton. Annars skal ferðamannaskipið sigla tvørtur um Atlantshavið og onkrar cruiseferðir liggja eisini fyri framman. Ein verður til Rio, tá karneval verður har. Og í summar skal skipið liggja í Athen, sum hotellskip, meðan Summar OL verður.

Tænastustøðið í topp
Marni greiðir frá, at tað torført at venja seg við alt í byrjanini, men tað gekk ikki long tíð, so hugsaðu tey ikki so nógv um tað meira.
Smálutir so sum, at tey vórðu kallað Madam og Sir hugsaðu tey nógv um, og tey hildu tað vera stuttligt.
Tænastustøðið umborð var í topp og 100 % professionelt. Fóru tey út úr kamarinum, so var tað altíð reitt upp og ruddað, tá tey komu innaftur.
? Vit fingu næstan ikki rørt okkum fyri tænastufólkunum, men tey órógvaðu okkum kortini ikki. Tí á ein ella annan hátt vistu tey altíð, nær vit fóru út, og so fóru tey inn ímeðan, sigur Marni.
Matstovur eru nóg mikið av umborð á Queen Mary II. Tríggjar eru, sum hvør hoyrir til sína klassa. Síðani eru tríggjar afturat, sum øll kunnu nýta, tá tey ynskja tað. Og allir hinir hentleikarnir umborð eru fyri øll, so ikki kann av røttum sigast, at talan er um klassar umborð á skipinum.
Ein krevur at vera í góðari tíð til at bíleggja borð. Matstovurnar eru sera stórar og flottar.
Marni og Mirjam plagdu at eta á tí matstovuni, sum hoyrdi til teirra klassa. Og Marni sigur, at aftur har kom til sjóndar, hvussu flott og fornemt alt er.
Eini trý ella fýra víngløs og eini trý ella fýra sett av bestikki, tallerkum og so framvegis.
? Um ein fluttu sítt bestikk, so rættaði tænarin tað, tá hesin kom aftur til borðið hjá tær, sigur Marni flennandi.

Klæðir
Hvønn morgun kundu tey fáa morgunmat inn í kamarið, um tey bíløgdu tað í room-service. Tað gekk fyri seg á tann hátt, at antin skrivaðu tey á ein lepa, hvat tey ynsktu, ella fóru tey inn á sjónvarpið og skrivaðu inn á eitt slag av tekstvarpi, hvat tey ynsktu til morgunmat og hvat klokkan. Og so komu tey við matinum til tíðina ? sjálvandi. Eitt knappaborð fylgdi við sjónvarpinum, og har kundi ein so eisini skriva teldubrøv.
Um morgnarnar lá eisini ein faldari við teimum feskastu tíðundunum úr Onglandi og USA serliga, tí tað er málbólkurin, sum reiðaríið hevur lagt seg eftir til hetta ferðamannaskipið.
Eisini lá ein skrá yvir, hvat fór at henda gjøgnum dagin. Í skránni stóð so eisini, hvussu tey áttu at lata seg í. Um tey skuldu vera heilt fín, bara fín ella hampulig. Joggingklæðir komu ikki uppá tal. Hetta varð gjørt, soleiðis at nøkur ikki vóru heilt fín, meðan onnur "bert" vóru hampulig.

Komu ikki runt
Hóast ferðin hjá teimum vardi í fýra dagar, so komu tey ikki runt til alt, sum gekk fyri seg umborð.
Marni greiðir frá, at har eru tvey teatir. Í øðrum er biografur og planitarium, har stjørnuhimmal kann síggjast og filmar um stjørnuhimmalin verða sýndir. Í hinum var so live ? show hvønn dag. Og ongantíð tað sama. Tann eina dagin var ein sangleikur, tann næsta ein jonglørur, sum eisini undirhelt við ymiskum skemti, triðja dagin var ein multikunstnari, sum spældi upp á alskyns ljóðføri og tann fjórða dagin náddu tey ikki framsýningina.
? Tað bar ikki til at koma runt til alt, men vit royndu at fáa so nógv við, sum tilbar, sigur Marni.
Teir dýrastu ferðaseðlarnir við Queen Mary II liggja um kvarta millión krónur fyri tíggju dagar. Teir bíligastu metir Marni munnu liggja um 10.000 krónur fyri einar fimm dagar. Men hann sigur seg ikki vita, hvat er íroknað prísinum tá.
? Nógv er ókeypis umborð, men tað er kortini skjótt at brúka pengar, sigur hann.
Skipið er umleið 40 metrar breitt, og tað ger, at tað ikki tykist, sum um at ein er umborð á einum skipi fyrr enn ein fer út á dekkið og sær havið. Og tað sama er galdandi, tá fólk hyggja at myndunum frá ferðini hjá teimum. Myndirnar, sum eru tiknar inni geva ongi tekin um, at tað er umborð á einum skipi.
Queen Mary II, sum tekur 2620 ferðafólk, kostaði 5,5 milliardir krónur at byggja, og tá ein lurtar eftir frásøgnini hjá Marna, so ljóðar tað avgjørt sum ein dreymur at kunna sleppa eina ókeypis ferð við.
Men tað fingu tey so, tey fýra Marni og Mirjam og Marni og Sylvia. Eina ferð, sum tey ongantíð fara at gloyma.