Kappingin í næstbestu deildini er bara trý umfør. Tí kann nógv fara at venda heilt øðrvísi, enn tað ger nú, tá ið kappingin verður liðug í heyst.
Eftir trý umfør er Skála einasta liðið, sum hevur fulla úrtøku í næstbestu deildini.
Skála hevur vunnið á útivølli ímóti AB og EB/Streymi og fríggjakvøldið á heimavølli ímóti teimu næstbestu hjá KÍ. Meðan Skála er ovast við níggjum stigum, og KÍ er aftast, uttan at hava vunnið nakað stig. Úrslitið undir Mýruhjalla fríggjakvøldið kundi bent á, at talan er ikki um so stóran mun millum liðini.
Næstu avbjóðararnir hjá skálamonnum í kappingini um at flyta upp eru AB, sum hevur fýra stig og harvið er fimm stig aftanfyri Skála og FC Suðuroy, sum eisini hevur fýra stig. Skála skal í fjórða umfari, sum verður annan hósdag ella skírisdag, spæla á Vágseiði ímóti FC Suðuroy.
EB/Streymur – AB 1-2 (0-1)
0-1: Bartal S. Petersen 5.
0-2: Ragnar Skála 81.
1-2: Arnar Dam 88.
NSÍ – FC Suðuroy 7-2 (2-1)
1-0: Jørgen Nielsen 14.
1-1: Christian Njøten 40.
2-1: Jógvan Højgaard 42.
3-1: Jørgen Nielsen 52.
4-1: Atli D. Petersen 55.
5-1: Aron Knudsen 58.
6-1: Jógvan Højgaard br 63.
7-1: Jørgen Nielsen 73.
7-2: Reidar Dahl Joensen br 84.
Skála – KÍ 1-0 (1-0)
1-0: Dávid Johansen 45.
HB – Víkingur 0-2 (0-1)
0-1: Jákup Andrias Thomsen 12.
0-2: Martin Klein Joensen 80.
B71 – B36 (1-2 (0-0)
0-1: Villiam Emil Klein 51.
0-2: Villiam Emil Klein 54.
1-2: Clayton Soares 90.
Skála | 3 | 3 | 0 | 0 | 5 | 2 | 9 |
NSÍ | 3 | 2 | 1 | 0 | 11 | 4 | 7 |
Víkingur | 3 | 2 | 0 | 1 | 4 | 3 | 6 |
HB | 3 | 2 | 0 | 1 | 3 | 3 | 6 |
AB | 3 | 1 | 1 | 1 | 4 | 4 | 4 |
B36 | 3 | 1 | 1 | 1 | 3 | 3 | 4 |
FC Suðuroy | 3 | 1 | 1 | 1 | 5 | 8 | 4 |
B71 | 3 | 1 | 0 | 2 | 6 | 5 | 3 |
EB/Streymur | 3 | 0 | 0 | 3 | 4 | 7 | 0 |
KÍ | 3 | 0 | 0 | 3 | 1 | 7 | 0 |
Máltindurin
Jørgen Nielsen NSÍ 4
Clayton Soares B71 3
Jógvan Højgaard NSÍ 3
Niels Pauli Danielsen Skála 3
Villiam Emil Klein B36 3
4. umfar
Hósdagin 1. apríl – skírisdag
KÍ – HB
Víkingur – EB/Streymur
B36 - AB
B71 - NSÍ
FC Suðuroy - Skála