Apotekið eigur at missa einkarrættin til at útvega heilivág og ístaðin eiga vit at fáa kapping á økinum.
Tað halda tey í Havbúnaðarfelagnum.
Tey halda, at tað hevði ikki bara verið ein fyrimunur hjá alivinnuni, sum hevur brúk fyri nógvum heilivági, tí tey halda, at tað hevði eisini verðið ein fyrimunur hjá landbúnaðinum, hjá heilsuverkinum og hjá privatfólki annars.
Tá ið Havbúnaðarfelagið førir hetta fram nú, er tað tí, at landsstýrið ætlar at gera tað dýrari hjá alivinnuni at fáa fatur á heilivági.
Orsøkin til tað er, at soleiðis skal alivinnan vera við til at fíggja eina nýggja KT-skipan til apotekið.
Og tað er ein ætlan, sum rættiliga er fallin teimum fyri bróstið. Tað kanst tú lesa meiri um her: Hetta er bæði ólógligt og ósakligt av landsstýrinum
Tey í Havbúnaðarfelagnum vísa á, at tá ið apotekið er ein almenn fyritøka, sum hevur einkarrætt á sínum øki, hevur Heilsumálaráðið eina serliga skyldu til at tryggja sær, at prísurin er so lágur sum hann verið í eini støðu, har kapping var á økinum.
– Tá hetta ikki verður gjørt, er hetta ein grundgeving afturat fyri at loyva øðrum framat at kappast við apoteksverkið, eins og vit síggja at okkara grannalond hava gjørt í stóran mun, sigur Havbúnaðarfelagið.
Tey siga, at tá høvdu vit sæð, hvat rætti prísurin á heilivági hevði verið, uttan at skula noyðast at taka dagar ímillum, um ætlaða KT-skipanin er neyðug ella ikki. Og tað halda tey hevði verið ein fyrimunur fyri allar partar, bæði havbúnað, landbúnað, heilsuverk og privatfólk.