- Hetta sker í hjartað!
Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum er rættiliga fortørnað inn á tær politisku ætlanirnar hjá samgonguni.
Og tað er eisini greitt, at longu beinanvegin samgongan er komin í eyga, er lagt upp til opið stríð við at kalla ta føroysku fakfelagsrørsluna.
Í valstríðnum varð ein ætlan fostrað um at útvega landskassanum eyka inntøkur við at skatta pensjónir við inngjald í eftirlønargrunnar, heldur enn við útgjald, soleiðis sum vanligt er.
Hetta vilja fakfeløg ikki góðtaka og tá ið ætlanin varð endurtikin í samráðingunum um nýggja samgongu, samdust yvir 30 fakfeløg um at mótmæla ætlanini upp á tað harðasta.
Tí kemur tað dátt við hjá fakfeløgunum, at nú samgonguskjalið er almannakunngjørt, stendur beinleiðis í tí, at pensjónsuppsparing verður skattað við inngjald.
- Hetta er óðamannaverk, staðfestir Selma Ellingsgaard
Hon sigur, at hetta er eitt mál, sum fakfeløgini taka í ramasta álvara.
- Tað er heilt greitt, at hetta er ikki eitt mál, sum vit fara at sleppa, sigur hon.
Hon leggur afturat, at fakfeløgini taka hetta so alvorligt, at tey fara at gera alt, sum stendur í teirra makt fyri at forða fyri, at tað verður til veruleika.
Hon kann ikki siga nú, hvørji stig fakfeløgini fara at taka.
Hon kann heldur ikki siga, nær eitt útspæl kemur frá feløgunum.
Men hon sigur, at fakfeløgini fara at hava fundur um ætlanina hesa vikuna og so koma tey til eina niðurstøðu um, hvussu farast skal fram.
Ramasti álvari
Hon sigur, at ætlanin hjá samgonguni um at skatta pensjónsuppsparing er so álvarslig, at hon sker í hjartað.
- Hetta er serstakliga álvarsamt, tí tað fer beinleiðis at ávirka uppsparingina hjá løntakarunumm.
- Vit vita við vissu, at verður minni goldið inn í pensjónsgrunnar, noyðast pensjónsfeløgini at hækka umsitingargjøldini fyri at fáa somu upphædd til umsitingarútreiðslurnar.
Selma Ellingsgaard sigur, at allir flokkarnir á tingi hava verið so rørandi samdir um, at tað er neyðugt at vit fáa eina nýggja pensjónsskipan so at landskassin ikki kemur í óføri um nøkur ár, tá ið talið á pensjónistum er stórt og talið á løntakarum lágt.
Hon staðfestir, at nú ætlar samgongan at taka peningin, sum bæði skal brúkast til at fíggja okkara egna aldurdóm og sum eisini skal brúkast til at forða fyri, at okkara eftirkomarar fara at hoykna undir eini tyngjandi eldrabyrðu.
- Sostatt ganga samgonguflokkarnir beint ímóti sínum egna barni, tí hetta er beint ímóti ætlanini, sum allir flokkarnir vóru samdir um.
- Framtíðin sær døpur út, leggur Selma Ellingsgaard afturat.
Tvingað til Føroya
Hon leggur afturat, at samstundis er grundarlagið undir ætlaðu pensjónsnýskipanini, at pensjónsuppsparingin skal vera í Føroyum so at peningurin ikki skal fara av landinum.
Samstundis er ætlanin at tvinga føroyskar eftirlønir í útlendskum eftirlønargrunnum heim í ein føroyskan grunn
- Sostatt verða løntakarar tvingaðir at brúka eina føroyska eftirlønarskipan, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon sigur, at fakfeløgini fara ongantíð at góðtaka ætlanina hjá samgonguna.
Tað hevur so avgjørt ikki gjørt tað mætari, at tann eykainntøka, landskassin fær við at skatta pensjónsuppsparing við inngjald, skal brúkast til at fíggja ein skattalætta, sum í mesta mun fer til tey vælbjargaðu.
- Fakfeløgini vilja ikki, at hetta skal ikki henda og vit fara at brúka tey amboð, vit hava fyri at forða fyri hesum, sigur Selma Ellingsgaard.
Les eisini greinina: Kann ávirka lønarsamráðingarnar og greinina: Fakfeløg tosa við andstøðuna um skatt