KÍ fór fyri aðru ferð í ár av Svangaskarði við øllum stigunum. Í fyrra førinum vunnu teir sannførandi 4-0 sigur. Eftir 1. hálvleik sunnudagin bendi alt á, at tað eisini hesa ferð fór at verða talan um tryggan sigur.
Soleiðis tørnaði tað ikki út í 2. hálvleiki. Marek Wierzbicki sá aðru ferð gult og harvið reytt, tá ið dómarin tíggju minuttir eftir steðgin metti, at veteranurin hevði tikið beinið undan Jóhan Petur Poulsen. Súni Fríði Barbá var tryggur úr ellivu metrum. So stríddust teir reyðu fyri at koma afturíaftur.
Tað eydnaðist ikki, men tað var tætt við. Eitt korter undan leikloki minkaði Julian Johnsson um munin til 2-3, tá ið hann við høvdinum stýrdi hornasparksinnleggi úr vinstru í málið. B68 spenti álopsbogan, og onkra ferðina var tað heilt spennandi frammanfyri væl upplagda Meinhardt Joensen.
Síðstu løtuna royndi KÍ at draga ferðina niður. B68 royndi at koyra á, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Hjá KÍ var Jan Andreassen sera eyðsýndur, eftir at hann sjey minuttir undan leikloki hevði avloyst skadda og raska Høgna Madsen.
Góða KÍ løtan
KÍ legði fyri í undrandi álops kendari útgangsstøðu. Framrættaði Kristoffur Jacobsen loysti leikbannaða Harley Bertholdsen av í høgru í trímanna verjuni. At KÍ verjan var so framrættað, bar við sær, at holini vóru stór.
Besta B68 møguleikan í 1. hálvleiki fekk Ovi Magnussen, tá ið hann royndi úr ellivu metrum, eftir at dómarin hevði bríkslað, tí hann metti, at Marek hevði togað Súna Fríða Barbá niður. Meinhardt Joensen hálvbjargaði, og Kristian Anton Andreasen sendi returbóltin upp um tóma málið.
Hin hundrað prosent B68 møguleikan fekk Alexandro Castilho, sum annars var eyðsýndur á ytsta miðvallar plássinum í vinstru. Eftir uppspæl í høgru var hann blankur fyri málinum. KÍ málverjin hevði tveitt seg, og málið var púra opið, tá ið brasiliumaðurin úr stuttari fjarstøðu og mitt fyri legði bóltin skeivu megin stólpan!
KÍ hevði størri tyngd og hugflog í 1. hálvleiki, og KÍ spældi seg til fleiri møguleikar. Fyrsta málið skoraði Christian Lundberg í 9. minutti. Hjalgrím Elttør, sum í útgangsstøðuni var ytsti miðvallarin í vinstru, meðan Heðin á Lakjuni var í høgru, sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann frá baklinjuni legði útfrá til Christian Lundberg, sum úr stuttari fjarstøðu sendi í meskarnar.
Smáar tíggju minuttir seinni var uppspælið fínt til 2-0 málið, sum Paul Clapson skoraði. Aftarlaga úr vinstru sendi Símun Joensen diagonalt til Heðin á Lakjuni, sum úr høgru legði innfyri til Clapson, sum er KÍ toppskjútti.
Og KÍ sigurin tóktist vera fullvísur, tá ið klaksvíkingar í síðsta minuttinum undan steðginum øktu til 3-0. Aftur hesa ferð var málið útlendskt. B68 liðið var ógvuliga frammarlaga, tá ið KÍ framspæling mitt eftir endaði hjá Paul Clapson, eftir at Christian Lundberg við kropsfintu hevði togað heimaverjuna sundur. Clapson rann frá verjuni og legði bóltin framvið Tórða Thomsen.
Fyrstu minuttirnar eftir steðgin bendi einki á annað enn trivaligan KÍ sigur. Men so varð Marek útvístur, B68 minkaði um munin, og í staðin fyri heimaliðið var tað nú KÍ, sum av álvara skinklaði. Men tað gekk akkurát hjá klaksvíkingum, sum framvegis droyma um rættin at taka lut í Europa Cup, meðan toftamenn eisini eftir 21. umfarið kenna tað brenna undir sær.