Í gjár royndi Hans Pauli Samuelsen tað, sum allir aðrir leikararnir í hinum feløgunum hava roynt frammanundan honum í ár – at tapa ein dyst.
– Tað kennist keðiligt, staðfestir hann turrisliga.
– Men tað skuldi henda einaferð, leggur hann aftrat.
Spurdur um, hvat tað var, sum gjørdi, at teir fyri fyrstu ferð í ár runnu seg í ein ósigur, svarar Hans Pauli Samuelsen soleiðis.
– Tað riggaði bara ikki. Teir løgdu seg aftur á vøllin og lógu væl. Tá gjørdist tað trongt og trupult hjá okkum. B36 vísti seg eisini at vinna teir flestu bóltarnar, bæði fyrsta og næsta bólt, og vóru sum heild grammari enn vit.
– Nei, har var eingin futtur í okkum, heldur Hans Pauli Samuelsen.