Nú er longu yvir ein mánaði farin, síðan sólarmyrkingina 20. mars 2015. Mong okkara hava myndir og aðrar upptøkur av hendingini, onkur enntá so heppin, at tey sóu fullu sólarmyrkingina.
Men sum tíðin gongur, kámast ofta minnið. Nú hava nakrir ungir menn tikið stig til at framleiða ein stuttan dokumentarfilm um hendingina, og við at trýsta á pílin á myndini, ber til at síggja filmin.
- Mitt í tí heila var alt stilt. Myrkrið kom yvir Føroyar, og tók øll á bóli. Sólin slóknaði, skrivað ungu menninir í lýsingini av filminum.
Tað eru Rógvi Langgaard, Rógvi Rasmussen, Bárður Johannesen og Aron Mohr Jacobsen, sum hava gjørt upptøkurnar og framleitt filmin.