Tað stendur einki til í Klaksvík

1. deild: Spælarar og áskoðarar fóru vónbrotnir av vøllinum, eftir at tað fimta dystin á rað ikki eydnaðist KÍ at vinna

KÍ-VB 2-2 (0-1)


Fimta dystin á rað mátti KÍ fara av vøllinum uttan at vinna. Hesaferð var tað landskappingardysturin móti VB, sum endaði við javnleiki.

Bæði KÍ og VB høvdu gjørt broytingar á liðnum, sum spældi steypadystin fríggjakvøldið. Hjá VB vóru bæði Tórur Holm og Jóan Pauli Olsen við frá byrjan.

Hjá KÍ sótu verjuspælararnir Jan Andreasen, Andzrey Pacek og John Ryan uttan fyri við skæðum, og tað merkti, at Tomislav Sivic setti unga Kristian á Lakjuni at spæla aftasti maður. Hetta var fyrstu ferð, at ungi spælarin spældi landskappingardyst í 1. deild, men hann kom væl frá fyrstu royndini.

Í álopinum var pláss fyri Leon Bjartalíð, sum eisini er ein av ungu spælarunum í felagnum. Hann spældi eisini fyri fyrstu ferð landskappingardyst í 1. deild.


VB á odda

Dysturin byrjaði við spæli aftur og fram. KÍ hevði lítla yvirvág, men VB var allatíðina klárt at leypa á.

Álopsmenninir, Robert Cieslewicz og Krzystof Popczynski, vóru arbeiðssamir, og teir skaptu onkrar kjansir inn ímillum.

Tað var eisini annar av hesum, sum setti hol á málskjótingina. KÍ-verjan fekk bara rudda ein bólt hálvgum burtur, og var Robert Cieslewicz á rætta staðnum, og hann sendi við einum neyvum skoti bóltin í málið til 1-0 til VB.

Hetta fekk klaksvíkingar at ressast at sindur, og tað var um reppið, at teir javnaðu, tá Niclas Niclasen eftir eina hornasparksstøðu sendi bóltin í tríkantin og út.

Gunnar á Steig í KÍ-málinum hevði einar tvær góðar bjargingar, og einu ferðina var eitt VB-mál annulerað fyri rangstøðu.


Marek spældi væl

Eftir hálvleikssteðgin royndi KÍ at yvirtaka miðvøllin, og teir høvdu nógv spæl. Marek Vierzbicki, sum var besti maður á vøllinum, stríddust sum ein úlvur, og hann var alla tíðina við í álopsspælinum hjá KÍ. Í fyrra hálvleiki hevði hann einar fýra langskotsroyndir, men í seinna hálvleiki royndi hann at fáa KÍ-spælið at glíða.

KÍ javnaði, tá ein Heðin á Lakjuni sendi ein høgan bólt í brotsteigin hjá VB. Bólturin rakti onkran á vegnum, og tá bólturin lendi í brotsteiginum, var Arnold Joensen eina tonn frammanfyri Bjarna Johansen í VB-málinum, og hann sendi stillisliga bóltin fram við Bjarna og í málið til 1-1.

Tá kom lív í áskoðarafjøldina, og spælararnir á heimaliðnum vóru ágangandi næstu minuttirnar. VB kláraði tó at standa ímóti, og síðani vóru tað alt í einum teir, sum løgdu seg á odda. Ein KÍ-verjumaður royndi at snýta spælandi venjaran hjá VB, Krzystof Popzcynski, men kiksaði. Popczynski gjørdist púra leysur, og so sendi hann bóltin fram við Gunnari og í málið til 2-1.

Stutt aftaná málið javnaði KÍ enn einaferð. Arnold sendi hornaspark inn í brotsteigin, VB-málverjin slapp ikki fram at, og tá bólturin datt niður stutt uttanfyri málteigin, var Ovi Nysted har og sendi bóltin í málið til 2-2.


Onkrir kjansir

Enn eina ferð kom ferð á heimaligu, men tað vardi bara eina løtu. Seinasta partin av dystinum var VB væl við í dystinum, hóast tað var heimaliðið, sum fekk besta møguleikan at skora, tá Arnold Joensen gjørdist leysur eftir eitt innlegg. Men hann sendi skotið úr nakað spískum vinkli upp um málið.

KÍ fekk eisini eitt mál kolldømt fyri rangstøðu í seinna hálvleiki.

Dysturin endaði sostatt við javnleiki 2-2, og tað mundi verða nøkunlunda rættvíst, tá hugsað varð um spælbýtið og málmøguleikar. Kanska áttu teir á heimaliðnum at havt vunnið dystin, men VB?arnir kundu verða væl nøgdir við sítt avrik.

Seinastu løtuna av dystinum mátti VB spæla við 10 monnum, eftir at Janus Kjærbo fekk reyða kortið, men tað nervaði ikki VB-liðið.

Fyri KÍ var tað ikki nøktandi, at liðið bert fekk javnleik burtur úr dystinum. KÍ hevur nú fingið eitt stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar, og tað er langt frá tí, sum teir í Klaksvík høvdu ætlað sær.

Næstu ferð spælir KÍ í Gøtu móti GÍ, og tá er tað næstan við at vera seinasta útkall hjá klaksvíkingum, skulu teir við í oddastríðið í ár.



KÍ-VB 2-2 (0-1)

0-1: Robert Cieslewicz

1-1: Arnold Joensen

1-2: Krzsytof Popzcynski

2-2: Ovi Nysted


Dómari: Niklas á Líðarenda


KÍ:

Gunnar á Steig ? Harley Bertholdsen, Niclas Niclasen, Kristian á Lakjuni, Ovi Nysted, Heðin á Lakjuni ? Jan Joensen, Marek Vierzbicki, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen, Leon Bjartalíð


VB:

Bjarni Johansen ? Tórur Holm, Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Jóan Pauli Olsen ? Magni Jacobsen, Mikael í Lágabø, Milan Kuljic ? Robert Cieslewicz, Krzystof Popczynski