Tað stendur heilt nógv upp á spæl

Í Klaksvík siga teir seg hava gott mót, og tað hava vágbingar eisini, hóast ein av mest sentralu monnunum ikki verður við í kvøld

Upptakt

Tað stendur heilt nógv upp á spæl, tá ið KÍ og VB í kvøld fara at spæla landskappingardyst í Klaksvík. Bæði feløgini eru framvegis í vanda fyri at flyta vinnur. Um ein vinnari verður funnin í kvøld, so fer hesin at taka stórt fet burtur frá keðiligu hóttanini.
- Fyri fyrstu ferð síðani í mai mánað hava vit spælt tveir landskappingardystir á rað uttan at tapa. Vit hava vunnið í Gøtu og spælt javnt á heimavølli móti Skála. Tað halda vit boðar frá góðum hugburði, og sjálvandi fara vit á vøllin hóskvøldið fyri at fáa øll stigini, verður sagt úr Klaksvík.
Alt fólkið er tókt hjá KÍ. Eisini miðvallarin Høgni Madsen, sum var leikbannaður móti Skála. Tað ber við sær, at tað er ikki frítt, at tað er kapping um plássini á KÍ liðnum. Unglingaspælarin Kristoffur Jacobsen, sum fríggjakvøldið skal spæla hálvfinalu í unglingadeildini í Runavík, stóð seg væl, tá ið hann varð skiftur inn móti Skála, og hann er eisini boð upp á pláss millum teir fyrstu ellivu.
Vágbingar fara frá húsum í morgun, og teir koma ikki til hús aftur fyrrenn mánakvøldið. Eftir túrin í Klaksvík fara teir í morgin til Íslands, har teir skulu vitja vinarbýin hjá Vági, Sandgerði, og spæla móti Reynir, sum í dag fyllir 70 ár.
Men fyrst snýr tað seg um ferðina til Klaksvíkar og uppgerðina móti KÍ og takið at sleppa burtur úr botninum.
- Mortan úr Hørg venur í Havnini. Annars hava allir spælararnir verið til venjingar her suðuri í hesi vikuni, og lagið er gott, hóast vit sjálvandi iðraðu okkum um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn og harvið at vinna í Fuglafirði, verður sagt úr Vági.
Hjá VB er tað sjálvandi stórur smeitur, at Milan Kuljic, sum man vera ein tann stinnasti miðvallarin í føroyskum fótbólti, verður leikbannaður í kvøld.
VB hevur annars staðið seg væl móti KÍ í ár. Í 2. umfari 3. apríl endaði tað 1-1 í Klaksvík. Tá var VB á veg móti sigrinum, men í evstu løtu gjørdu teir óneyðugt brotsspark, sum KÍ umsetti til mál. 26. juni vann VB í 14. umfarinum stórsigur á KÍ á Vágseiði. Úrslitið var 6-1.
Dysturin í Klaksvík í kvøld verður klokkan 19.15, og sambært dómarayvirlitinum verður tað Dagfinn Olsen, formaðurin í Dómarafelagnum, sum verður 23. maðurin á vøllinum.