SUPERLIGAN
Áhugin fyri fótbóltsferðini hjá Sosialinum og Atlantic Airways sigst vera stórur. Mikukvøldið var 26. umfarið av donsku superliguni á skránni, og tað er ikki undur í, um áhugin millum fótbólts spentar føroyingar verður uppaftur størri fyri at vera hjástaddir, tá Brøndby í næstsíðsta umfarinum av donsku landskappingini í ár fer at vitja FCK.
Tá tað fyri einum stórum mánað síðani varð farið undir seinnapartin av hesum kappingarárinum, var munurin frá Brøndby á fremsta plássinum og niður til meistararnar í FCK á næstfremsta plássinum tólv stig. Eingin tóktist rokna við møguleikanum, at FCK skuldi megna at fáa Brøndby aftur. Og spælararnir hjá FCK hava aftur og aftur verið í fjølmiðlunum og sagt, at teir hava langt síðani givið skarvin yvir.
Men munurin upp til Brøndby er minkaður og minkaður. Mikukvøldið vórðu aftur tvey stig telgd av. Nú er Brøndby fimm stig frammanfyri FCK, og tá havt verður í huga, hvussu tað hevur hilnast hjá FCK og Brøndby síðstu vikurnar, so er tað als ikki óhugsandi, at FCK við sigri á Brødby í 32. umfarinum, sum verður spælt sunnudagin 12. mai ? tað er tá, at nógvir føroyingar ætla sær at vera í Parkini ? fer at leggja seg framum liðið, sum hevur verið á odda alla tíðina, síðani teir fyri ólavsøku í fjør fóru undir hetta kappingarárið.
Sjey umfør eru eftir at spæla. FCK skal spæla soleiðis: Lyngby (ú), Silkeborg (h), Esbjerg (ú), Vejle (h), AGF (ú), Brøndby (h) og AaB (ú). Brøndby eigur hesar dystirnar á: FCM (h), AaB (ú), AB (h), Viborg (ú), OB (h), FCK (ú) og Lyngby (h).
Christian Høgni snýttur
Vejle varð ikki roknað at hava nógvar møguleikar fyri at fáa stig, tá teir mikukvøldið fóru norður til Aalborg. Men úrslitið var 2?2, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um Vejle vann við einum máli, og at Christian Høgni Jacobsen hevði verið tann, sum hevði havt skorað avgerandi málið.
Christian Høgni varð skiftur inn, tá 2. hálvleikur var 20 minuttir gamal. Hann var væl upplagdur. Ta einu ferðina sneiddi hann fleiri mótstøðumenn av sær. Hann kom so at siga leysur mitt fyri og heilt stutt úr málinum. Men ólukkutíð varð hann taklaður akkurát, tá hann skuldi stýra bóltinum síðsta pettið. Á sjónvarpsskýggjanum sá tað soleiðis út, sum um verjuspælarin hjá AaB togaði Christian Høgna niður, men dómarin segði einki.
Í AaB vóru teir vónsviknir av, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna. Men Mikkel Beck kundi gleða seg um, at tað eydnaðist honum at skora á heimavølli. Hetta vóru fyrstu málini hjá honum á heimavølli, síðani hann kom úr útlegdini í Fraklandi, og so skoraði hann tvær ferðir ? fyrst upp á brotsspark, sum varð framt ímóti honum, og so við góðum stútara eftir innlegg.
Todi tætt við
FCK hevði ongantíð havt vunnið á útivølli ímóti FCM, tá teir mikudagin settu kós ímóti Ikast. Eingin ivi er í danska fótbóltsheiminum um, at í løtuni er FCK tað liðið, sum vísir mest sannførandi avrikini í superliguni. Tølini boða eisini frá hesum. Í sjey teimum seinastu umførunum hava teir í FCK ognað sær seytjan stig.
FCK menninir høvdu gott tak á heimaliðnum mesta partin av tíðini, men tað gekk rúm tíð, áðrenn teir skoraðu einasta málið.
Fyrstu løtuna var fleiri ferðir tætt við. Todi Jónsson stútaði í 11. minutti dygst omanfyri, og hann var onkra aðra ferðina í góðari støðu at gera mál. Men tá var Zuma ov sjálvsøkin.
Sigursmálið stútaði Carsten Fredgaard í 62. minutti, eftir at innlegg var komið úr høgru. Tá tólv minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki kom Peter Møller á vøllin fyri Toda Jónsson, sum framvegis einki hevur ímóti, at hann viðhvørt sleppur at hvíla seg.
Brøndby kiksaði
Oddaliðið úr Brøndby var stórfavorittur á heimavølli ímóti AGF, sum er undir niðurflytingarstrikuni. Málverjin hjá Brøndby, Mogens Krogh, bleiv skaddur undir upphitingini, og so fór ein ikki serliga stórur unglingi í málið. Tað órógvaði, og nýggi maðurin millum stólparnar átti sín lut í ótrygga verjuspælinum.
AGF spældi væl, og teir komu á odda 1?0 í 7. og 2?0 í 21. minutti. Brøndby minkaði um munin beinanvegin í 2. hálvleiki, og so varð roknað við, at teir skuldu megna at vinna. Men tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini, at teir megnaðu at fáa málið, sum bar við sær, at teir fingu eitt stig.
At teir í Brøndby kendu seg rættuliga kroystar sást aftur í, at teir í 2. hálvleiki fingu trý gul kort, meðan mótstøðumenninir á AGF liðnum, sum er niðanfyri niðurflytingar strikuna, men sum avgjørt ikki spældi sum nakað botnlið, einki kort sóu.
Lyngby legði hesa ferð rygg til 4?0 tap á útivølli ímóti OB. Kasper Dalgass, sum hevur møguleika at sleppa á HM liðið hjá Morten Olsen, skoraði trý mál, og gjørdist harvið nýggjur maður á ovasta skjúttaratindinum. Viborg vann 3?2 á heimavølli ímóti Silkeborg, sum framvegis er í tungum sjógvi ? sjálvt um framgongdin hevur verið stór, síðani Morten Bruun gjørdist venjari. Tað bleiv hann, tá Benny Johansen fekk sekkin. Hesin Benny er tann, sum samráddist við FSF um landsliðsstarvið. Tað er altso tann Benny, sum býr í Keypmannahavn og ikki í Silkeborg ? forstås!