Tað tekur tvey ella trý ár at koma upp á slætt

Støðan er sera óheppin, sigur løgmaður

Í Føroyum eru vit rættiliga afturúrsigld tá ið tað kemur til rættartrygd og dómsvald.

Tað ásannar Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýri hevur spurt løgmann, hvussu tað gongur at endurskoða rættargangslógina í Føroyum.

 

Rættargangslógin fyri Føroyar er rættuliga afturúrsigld afturímóti rættargangslógin í Danmark.

 

Talan er ikki bara um smávegis tillagingar, sum skulu gerast, tí tað eru sera umfatandi og grundleggjandi munir á lóggávunum.

 

– Umleið 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar, sigur løgmaður.

 

Hann sigur, at flestu av broytingunum, sum eru gjørdar í donsku lógini, eru grundaðar á nýggja tøkni, eins og endamálið hevur verið at bøta um rættartrygdina og at geva almenninginum betri innlit í arbeiðið hjá dómstólunum.

 

- Hetta er sera óheppið, í øllum førum so leingi sum Føroya rættur er ein partur av donsku dómstólunum, og so leingi dómar, Føroya Rættur hevur felt, kunnu roynast í landsrættinum og í Hægstarætti.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at tað er eitt ár síðani at hann bara danska løgmálaráðið seta ein arbeiðsbólk við tí endamáli at endurskoða rættargangslógina fyri Føroyar, alla sum hon er.

 

Mitt í summar sendi løgmaður aftur danska løgmálaráðharranum eina áheitan um tað sama, og hann hevur svarað, at hann hevur gjørt av at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera eina nýggja rættargangslóg fyri Føroyar.

 

Arbeiðsbólkurin er ikki enn settur, men Løgmálaráðið og Løgmansskrivstovan samskifta í løtuni um, hvør skal vera í arbeiðsbólkinum, og vónandi kann hann fara til verka fyrst í komandi ári, sigur løgmaður.

 

Men hann ásannar, at talan er um sera drúgt arbeiði, og tað fer væntandi at taka eini tvey, trý ár at gera eitt uppskot til nýggja rættargangslóg fyri Føroyar, sum síðani kann leggjast fyri Løgtingið.