Tað vóru 1.058 eykapartar í grindini í Hvalba mikudagin

­ Fremmandafólk fingu yvir 20 % av grindini, sum legði beinini í Hvalba mikudagin,

Grindin, sum legði beinini í Hvalba mikudagn hevur aftur av álvara reist spurningin um, hvussu rætt og rímiligt tað er, at fólk, sum eru og vitja í oynni táið grind er, eisini eiga part á jøvnum føti við Suðuroyingar annars.

Tí nú alt bleiv talt saman eftir grindina í Hvalba mikudagin, vísti tað seg, at heilir 1.058 eykapartar vóru skrásettir.

Tvs, at tað vóru heili 1.058 avoyggjafólk, sum fingu grindapart á jøvnum føti við Suðuroyingar.

Í Suðuroynni eru skrásettir 5.123 fastir grindapartar. Og hetta vil so aftur siga eini 20% av grindini fór til avoyggjafólk.

Og hetta er met, alt tað fólk minnast.

Tey eru nógv, sum halda, at henda skipanin er fullkomiliga órímilig.

Hinvegin eru tað onnur, sum vilja halda fast um hana.

Lætt um veruleikan

Ingibjørn Eldevig, sum er sýslumaður í Sandoynni, arbeiðir í Suðuroynni í løtuni og var uppií grindabýtinum í Hvalba mikudagin.

Og hann sigur, at sjálvur hevur eitt sindur ilt av, hvussu skipanin við eykapartum verður praktiserað.

­Eg haldi, at tað verður farið lætt um veruleikan, sigur hann.

Hann sigur, at teir hava eisini eykapartar í Sandoynni, men har verður farið øðrvísi fram enn í Suðuroynni.

Í Sandoynni krevja vit, at tey, sum vilja hava eykapart, sjálvi skulu møta á politistøðini at skriva seg upp.

­Vit vilja síggja fólkini. ­ Bert í undantaksføri góðtaka vit , at tey ikki møta upp.

­ Og henda skipanin hevur ført við sær, at talið á eykapartum er munandi minkað, sigur Ingibjørn Eldevig.

Í Suðuroynni eru tað teir ymsu bátsformenninir, sum taka ímóti eykapartum og boða sýslumanninum frá.

Skal varðveitast

Hinvegin heldur Hjørmund Vang, grindaformaður í Havlbiar Kommunu, at eykapartarnar eiga at verða varðveittir.

­ Tað er synd at tey, sum, koma higar at ferðast ikki skulu fáa ein bita burturav, heldur hann. Sum oftast er tað fólk úr bygdini, ella úr oynni.

Hann harmast somuleiðis um, at bátspartarnir eru tiknir av.

­ Teir skuldu verðið settir í gildið aftur.

­ Tú kanst hugsa tær, at menn brúka fyri nógvar pengar í bensini, og missa heilar útrórðardagar fyri at reka grind.

Og tað eiga teir heilt avgjørt at fáa eykapart fyri, heldur Hjørmund Wang.

Avleiðingin av hesi skipanini, sum nú er, er, at nógvir tíma ikki at reka grind, tí tað kostar teimum ov nógv.

Líkist ongum

Ein annar grindaformaður, Jákup Kjærbo, er púra ósamdur.

Hann heldur at tað líkist ongum, at uttanoyggja fólk skulu fara við so stórum parti av grindini.

Hann heldur eisini, at skipanin við eykapartum verður misbrúkt í ólukkumát.

Tí heldur hann, at eykapartarnir skuldi bart út sagt verið tiknir av.