Kappingin um farmin harðnar í hvørjum.
Í nógv harrans ár kappaðist Skipafelagið Føroyar við Star Line um farmin, sum varð fluttur til og úr Føroyum, og tann kappingin endði við, at Star Line »breyt hálsin«. Skipafelagið yvirtók enntá okkurt skip frá Star.
Men hóast Star var burtur, so fekk Skipafelagið ikki loyvið til at verða einsamalt á marknaðinum so leingi. Íslendska reiðaríið, Eimskip tók kappingina upp um farmin á Føroyaleiðini og tann kappingin koyrir enn.
Hvør fer at vinna ta kappingina, ella um nakar vinnari verður yvirhøvur, er ilt at siga, men tað er greitt frammanundan, at Eimskip endar ikki sínar dagar á sama hátt sum Star. Til tað eru teir fíggjarliga ov sterkir.
Spurningurin er so hinvegin, um Skipafelagið er tað.
Hækkað partapeningin
Tað er ikki alt, sum bendir á tað.
Fyri nøkrum mánaðum síðan lýsti Skipafelagið við at møguleiki var at tekna nýggjan partapening. Partapeningurin skal hækkast úr 710 túsund krónum upp í 7,71 mió. krónur.
Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum sigur, at meginparturin av útbodna partapeninginum er teknaður.
? Tað var avrátt frammanundan. Verandi eigarar hava fortekningsrætt, og teir høvdu bundið seg til at tekna ein rímuligan part, sigur hann.
Nýtekningin av partapeninginum í Skipafelagnum kom, um sama mundið sum tað gjørdist greitt, at árið 1997 var serstakliga vánaligt.
Roknskapurin vísti eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur og tað tyktist tí, at tað var fyri at dekka henda miss innaftur, at avgjørt var at hækkað partapeningin.
Vit spurdu Árna Joensen, um tað veruliga var so
? Tað kanst tú gott siga. Eginognin var vorðin nakað lítil, orsakað av vánaliga úrslitinum í fjør, og fyri at økja um hana, valdu vit at hækkað partapeningin.
Tá nýtekningin av partapeninginum er liðug, er eginognin hjá felagnum uml. 11 mió. krónur.
Pasadena-rutan gav stórt hall
Sum nevnt var ársúrslitið hjá Skipafelagnum fyri 1997 einki at reypa av.
Eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur, sum serliga komst av siglingini við Pasadena. Tí valdi Skipafelagið at siga upp leigusáttmálan.
Tað var dyggur smeitur fyri útflytararnar, at Pasadena gavst at sigla, men fyri Skipafelagið merkir tað, at úrslitið fyri 1998 verður munandi betri enn tað var í 1997.
Árni Joensen sigur, at hóast hálvársroknskapurin ikki er liðugur enn, so eru greiðar ábendingar um, at roknskapurin fyri fyrra hálvár fer at vísa yvirskot.
Eingin vøkstur í farmaflutninginum
Tey seinastu tvey-trý árini er gongd komin á aftur føroyska samfelagið.
Lønargjaldingarnar økjast ár um ár, og tað merkir, at meiri peningur er til nýtslu. Hetta merkti m.a. Skipafelagið eisini.
Farmaflutningurin til Føroya øktist nógv í 1996 og 1997, men í ár hevur vøksturin ikki verði nær til so stórur.
Útflutningurin er vaksin í virðið, men ikki í nøgd, meðan innflutningurin er vaksin eitt lítið sindur, men ikki í nær námind av økingini, sum var í 1997.
Ikki tørv á
fleiri skipum
Tað sigur seg sjálvt, at leiðslan á Skipafelagnum verður noydd til at laga ruturnar eftir ynski brúkaranna.
Størsta útflutningsvøra okkara er fiskur, og tað er eisini grundarlagið hjá Skipafelagnum. Skipini hjá Skipafelagnum hava ongantíð flutt serliga nógv av rundum fiski. Hann hava skipini siglt sjálvi á marknaðin, ella er hann fluttur á annan hátt.
Tað er heldur tann virkaði fiskurin, sum verður fluttur við Skipafelagnum. Men tann kappingin fer at harðna nú Norrøna fer at sigla um veturin eisini.
Men tað tekur Árni Joensen ikki so tungt.
? Vit hava tikið tað til eftirtektar, at Norrøna fer at sigla við farmi um veturin.
Tað hevur verið frammi, at Skipafelagið skuldi útvega sær eitt skip afturat til farmaflutning, men hesum afturvísur Árni Joensen.
? Tá heystið kemur, verður meiri laksur útfluttur, men tað merkir ikki, at vit skulu hava eitt skip afturat. Vit gera nakrar umleggingar, soleiðis at vit kunnu nøkta tørvin við tí kapasiteti sum er, sigur hann.
Meir enn
bara flutningur
Sum støðan er í løtuni, so er yvirkapastitetur á leiðini úr Føroyum. Nøgdin í tonsum, sum fer úr Føroyum fyllir ikki skipini og tí roynir Skipafelagið at útvega sær farm á annan hátt.
Ein máti at gera hetta uppá er, at fáa útlendsk skip at koma til Føroya at umskipa veiðina.
Á henda hátt fær Skipafelagið útvega sær farm, samstundis sum samfelagið annars fær inntøkur av fremmandu skipunum.
? Vit hava umleið 300 skip um árið og tað er eitt gott íkast til raksturin, sigur Árni Joensen.
? Størsti parturin av hesum skipum eru fiskiskip, sum koma inn at leggja veiðina upp, samstundis sum teir proviantera, keypa olju og annað líknandi. So tað er givið, at tað hevur samfelagsligan týdning, at tey brúka Føroyar sum umskipingarstað.
Árni Joensen sigur, at skipini leggja nógvan pening eftir seg, hvørja ferð tey eru her. Hvussu nógv vil hann tó ikki meta um.
Stórt virkið - nógv fólk
Tað skulu nokk so nógv fólk til at halda eina fyritøku, sum Skipafelagið er, gangandi.
Skipafelagið hevur tvey skip í løtuni, og sambært tí, sum stendur omanfyri, so er ikki væntandi, at teir fara at útvega sær fleiri.
Árni Joensen sigur, at alt í alt eru eini 200 fólk í starvi hjá Skipafelagnum.
? Vit eru uml. 30 fólk her á høvuðsskrivstovuni í Havn, meðan restin starvast umborð á skipunum, úti á bygdunum og uttanlands.