Tað var sum í gomlum døgum

Klaksvíkingar vunnu rudduligan sigur á ÍF, men tað var ikki fyrrenn fuglfirðinar høvdu mist ein mann, at tað rættuliga glapp í Klaksvík


Tá ið klaksvíkingar fóru til hús seint seinnapartin sunnudagin, var hýrurin góður. Bara tvær ferðir fyrr í ár hava teir havt trý stig við sær til hús, eftir at KÍ hevur spælt á heimavølli. Í báðum førum hevur talan ikki verið um serliga sannførandi sigrar.
                      Í dag var øðrvísi. KÍ vann 3-0 móti ÍF, og tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyri síðstu ferð, kundu trúgvu heimaáskoðararnir staðfesta, at úrslitið var sum í gomlum døgum, tá ið KÍ so at siga hvørja ferð vann sannførandi á heimavølli.
                      Frá fyrsta bríksli bendi einki á, at talan skuldi verða um trivaligan heimasigur. ÍF legði bragdliga fyri. Teir gravaðu seg ikki niður í og kring egnan brotsteig. Í staðin royndu teir at hótta heimamálið. Christian Soelberg var stinnur í vinstru, og mitt fyri stríddist Hanus Eliasen væl. Miðvallarin Høgni Zachariassen legði eisini væl fyri, men sum tíðin leið fánaði hann ikki so lítið.
 
Veruleikin øðrvísi enn konseptið
KÍ avrikið var leingi dovisligt. Tað minti nógv um, soleiðis sum tað hevur verið flestu ferðirnar fyrr í summar.
                      Uppstillingin bendi á, at ætlanin var at fáa bilbukt við ÍF í borðunum. Marek var leikbannaður, og í hansara stað var Heðin á Lakjuni vongverji í vinstru. Harley Bertholdsen var vongverji í høgru. Tá ið hann eftir ein hálvan tíma noyddist skaddur av vøllinum, varð Kristoffur Jacobsen settur inn.
                      Ætlanin var, at vongverjarnir skuldu flyta fram á vøllin, tá ið KÍ hevði bóltin. Síðuskift og skjótt samanspæl skuldu splitta ÍF, sum klaksvíkingar ivaleyst roknaðu við fóru at pakka seg niður á egnari hálvu.
                      Soleiðis myndaðist tað ikki í 1. hálvleiki. Fuglfirðingar við klaksvíkinginum Jón Simonsen á beinkinum vóru óimponeraðir. Teir lupu á við nógvum fólki, tá ið kjansur var til tað, og tað bilti ikki so nógv, um teir mistu bóltin. Tað gekk ikki skjótt fyri seg, tá ið KÍ royndi at fara í álop, og Bartal Eliasen og Símun Elisaen høvdu saman við hinum fuglfirðingunum ikki stórvegis trupulleikar.
                      Eftir hvíldina var tað øðrvísi. Tá hevði KÍ bóltin mesta partin av tíðini. Men spælið var sjáldan flótandi ella hugflogsríkt. Spælararnir vóru ov góðir við bóltin, og teir mistu fleiri ferðir í uppspælinum, men ÍF hevði lítla tyngd í álopspartinum, og Atli Danielsen var óførur at rudda upp, tá ið Hanus Eliasen næstan var við at gerast vandamikil.
                      KÍ mintist ikki konseptið. Ov nógv gekk fyri seg mitt á, og tað bar við sær, at ÍF leingi megnaði væl at verja, sjálvt um teir vóru undirmannaðir.
 
Mál og møguleikar
Í 19. minutti hevði ÍF sín besta møguleika. Christian Soelberg var leysur í vinstru og smekkaði til, men vinkulin var spískur, og Meinhardt Joensen bjargaði.
Í 29. minutti var KÍ nær við. Verjukendi miðvallarin Høgni Madsen fór til baklinjuna í høgru og legði innnfyri. Christian Lundberg leyp upp um bóltin, og Clapson smekkaði til, men beint á málmannin.
Í 32. minutti broyttist fyritreytirnar nógv, tá ið miðvallarin hjá ÍF Nenad Faric sá reytt. Fyrst sá hann gult fyri at steðga skjótari frísparksroynd, og seinni fekk hann gult fyri at royna at filma seg til brotsspark.
                      Fýra minuttir seinni fekk KÍ hol á. Eftir horna í vinstru ferðaðist bólturin aftur um handara stólpan til Atla Danielsen, sum legði innfyri, har Christian Lundberg setti fótin á og so var 1-0.
                      Kring steðgin hevði Hanus Eliasen tveir møguleikar. Fyrst smekkaði hann uppum, og síðani var støðan ikki so galin í kontra, men skotroyndin var ov veik.
                      Tjúgu minuttir undan leikloki økti Christian Lundberg, sum frammanundan hevði misnýtt góðan møguleika. Paul Clapson stakk fram til álopsfelagan, ið lyfti upp um ÍF málverjan og so var 2-0.
                      Áðrenn KÍ staðfesti rimmar sigurin, hevði Hanus Eliasen góðan møguleika, men Meinhardt Joensen bjargaði væl. 3-0 málið stútaði Símun Joensen eftir horna úr høgru frá Heðini á Lakjuni. Í fyrra førinum sendi hann í tvørtræið, men tað bilti ikki so nógv, tí hann var fyrstur á returbóltinum, sum hann stýrdi í meskarnar.