Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, hevur í dag úttikið hópin til venjingarlandsdystin móti Føroyum, og Nations League dystirnar móti Íslandi og Onglandi. Millum feløgini, ið eru umboðaði, eru FC Barcelona, Inter Milan, Tottenham, Dortmund og Chelsea.
Nøvnini telja spælarar sum Kasper Schmeichel, Simon Kjær, Christian Eriksen, Martin Braithwaite og aftur í hópinum er Pione Sisto, sum ikki hevur verið í hópinum seinastu tvey árini.
- Eg havi boðað frá, at eg haldi tað er eitt gott hugskot við fimm útskiftingum. Tað er av fleiri orsøkum og serliga fyri spælararnar, so spælbyrðan ikki verður ov tung, sigur Kasper Hjulmand, og leggur afturat:
- Tað gevur nakrar taktiskar møguleikar. Móti Føroyum vit – um ikki allar – so hvørtfall nær við, fyri at fáa fordeilt spælitíðina. Tá verða spælararnir eisini frískir til dystin móti Íslandi, sigur Kasper Hjulmand, men leggur dent á:
- Tað merkir ikki, at vit ikki fara eftir at vinna dystin og gera okkara besta, tí tað eru ting í hesum dystinum, sum vit skulu brúka í framtíðini, men vit koma at síggja skiftingar, sigur Kasper Hjulmand á tíðindafundi í dag.
Tað eru fýra nýggir spælarar í hópinum hjá Danmark. Teir eru Jonas Wind, Andreas Skov Olsen, Philip Billing og Jesper Hansen. Sambært landsliðsvenjaranum, so skulu vit eisini rokna við at síggja nakrar av teimum á vøllinum móti Føroyum.
- Nú fáa vit at síggja um allir teir nýggju koma á vøllin, men tað verður brúk fyri nógvum spælarum, sigur Kasper Hjulmand.
Venjingardystin móti Danmark verður í Herning mikudagin 7. oktober.
Hópurin hjá Danmark:
Málverji:
Kasper Schmeichel, Leicester
Jonas Lössl, Everton
Jesper Hansen, FC Midtjylland
Verjuspælarar:
Simon Kjær, AC Milan
Jannik Vestergaard, Southampton
Daniel Wass, Valencia
Mathias Zanka Jørgensen, Fenerbahce
Henrik Dalsgaard, Brentford
Andreas Christensen, Chelsea
Robert Skov, Hoffenheim
Joakim Mæhle, Genk
Miðvallarar:
Christian Eriksen, Inter
Philip Billing, Bournemouth
Pierre-Emile Højbjerg, Tottenham
Thomas Delaney, Dortmund
Christian Nørgaard, Brentford
Áleyparar:
Jonas Wind, FC København
Andreas Cornelius, Parma
Andreas Skov Olsen, Bologna
Pione Sisto, FC Midtjylland
Kasper Dolberg, Nice
Yussuf Poulsen, RB Leipzig
Martin Braithwaite, Barcelona