Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í Gundadali, tá ið HB fær vitjan av KÍ.
Tað er FM vinnarin í 2018 og steypavinnarin í 2019, sum fær vitjan av FM vinnaranum í 2019.
Í kvøld verður fyrsti av trimum dystum millum hesi bæði liðini í sjey vikur. Tann næsti verður mikudagin 8. juli, tá ið tey bresta saman í fyrsta umfari í steypakappingini. Tað verður í Klaksvík. Triði dysturin verður leygardagin 8. august, tá ið KÍ fær vitjan av HB í landskappingardysti.
Fyri spenningin í FM kappingini verður úrslitið av stórum týdningi. HB hevur fult stigatal. Um tað eisini eydnast HB at vinna fulla úrtøku í kvøld, so verður fjarstøðan aftur til næsta avbjóðaran sjey stig.
Seinastu fimm árini hava HB og KÍ dystast fjúrtan ferðir í landskappingini.
Tølini siga, at liðini eiga fleiri sigrar á heimavølli enn á útivølli. Tølini siga eisini, at tað ofta kemur fyri, at gestirnir fara til hús við úrtøku.
Síðani 2015 hevur HB vunnið fýra ferðir á heimavølli ímóti KÍ, sum hevur vunnið tvær ferðir í Gundadali. Ein javnleikur hevur hesi fimm árini verið í Gundadali.
KÍ hevur vunnið fýra ferðir á heimavølli ímóti HB, sum hevur vunnið tríggjar ferðir í Klaksvík síðani 2015, og so er ein javnleikur í yvirlitinum yvir úrslit í Klaksvík fimm hesi árini.
Tveir av lyklaspælarunum í sigursgongdini hjá HB higartil í ár hava verið Heðin Hansen og Delphin Tshiembe. Teir eru báðir darvaðir av skaða í lærkrikanum, og tað er rættiliga ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla íkvøld.
Adrian Justinussen er langtíðarskaddur, og tað eru eisini Hørður H. Askham, Teit Jacobsen Tróndur Jensen og Jákup L. Thomsen.
Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir.
HB – KÍ: Alex Troleis kl. 19.00.