Føroyka svakasti bólkur, menninir uppi yvir grøv nummar 13, rockbólkurin fram um teir flestu, rocklegendan og heitasta navnið í føroyskum tónleiki í løtuni.
Hetta verður nakað av tí, sum kann upplivast til stóra Straight Parade tiltakið, sum verður hildið í Klaksvík leygarkvøldið. Konsertin verður í nýggju Badmintonhøllini, og bólkarnir, sum fara at spæla, eru Dynamitt, Hjarnar, Jørgin Dahl, Hallur Joensen og Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags.
Seinastu dagarnar hava bólkarnir fínpussað formin í venjingarhølunum á Dávavirkinum í Klaksvík. Hetta eru nýggju venjingarhølini hjá Klaksvíkar kommunu, sum gomlu bólkarnir, ið plagdu at venja í kjallarum og garagum runt í býnum, nú fáa gleði av.
Hósdagin var nógv lív í á Dávavirkinum, og allir bólkarnir, sum skulu spæla leygarkvøldið, vandu tá. Summir hava verið aftur til venjingar í dag og í kvøld, og í annaðkvøld fara teir ein fyri og annar eftir á pallin til Straight Parade.
Svakligt show
Ólavur Klakk er nakað fyri seg í føroyskum tónleiki. Tá ið hann gerst til Ólavur Presley í bólkinum Rag Rags kann eingin steðga honum, og soleiðis verður eisini hesaferð.
- Tað verður akkurát soleiðis, sum fólk rokna við, at tað verður. Ólavur Presley hevur altíð verið svakur, og tað fer hann eisini altíð at verða. So fólk fáa eitt ordiligt show og eitt ræðuligt ýl, sigur Ólavur Presley.
- Rag Rags spæla so sjáldan longur, men tá Statshospitalið letur dyrnar upp, so fara vit út og spæla eina konsert, sigur hann.
Ólavur Presley hevur roynt bæði eitt og annað, tá ið hann hevur verið á palli við Rag Rags. Einaferð skuldu teir lata, sum um hann bleiv hongdur, men tað gekk heilt ikki heilt eftir vild, og Ólavur kom illa fyri á pallinum.
- Eg misti ikki lívið ta ferðina, so eg kann spæla aftur leygarkvøldið, men vit fara ikki at royna at heingja meg aftur. Tað verður undirhald og tónleikur, og Rag Rags er ein bólkur, sum skal upplivast, sigur Ólavur Presley.
Umframt Rag Rags verða eisini Dynamitt, Hjarnar, Hallur Joensen og Jørgin Dahl at hoyra á Straight Parade tiltakinum. Eisini fara tveir bólkar, sum eru valdir út á konsert í Virkishúsinum, at hita upp.
Straight Parade byrjar leygarkvøldið kl. 22.00.