Sinnissjúka er ikki eitt evni, fólk tosa nógv um, sigur Soffi Egholm. Tað eru nógv tabu í samband við sinnissjúku og psykiatri. Og tað er skeivt, at so er, tí hetta er ikki øðrvísi enn at gerast sjúkur á einhvønn annan hátt.
Brýtur tú eitt bein ella missir eitt nýra, verður tosað um tað sum eitthvørt annað forkølilsi. Men gerst sinnið sjúkt, verður tað tagt burtur, og í ikki so fáum førum verða hesi fólkini tíverri eisini beind av vegnum. Og tað er heilt forferdiligt, heldur formaðurin í Sinnisbata.
?Men her skal vend koma í, staðfestir hon. Sinnisbati fer ikki at helma í, fyrr enn hetta verður tikið í álvara, og politikararnir eru farnir at raðfesta hetta økið hægri, enn gjørt verður. Tí har hevur staðið illa til í so máta, sigur Soffi Egholm.
?Tá økispsykiatriin er farin á rull, fer sosialpsykiatriin eisini at vika, sigur formaðurin í Sinnisbata.
Og sosialipsykiatrin er neyðug, sigur hon. Tí hendan mannminknadi støðan, har fólk kunnu liggja innløgd og gjørd passiv á eini psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum eitt heilt lív, er ikki haldbar. Og so er hon so ókristiliga dýr eisini, at tað líkist onguum.
?Eg veit ikki, hvussu nógv fólk hava hugsa um tað, og um eitt nú politikararnir vita tað, men ein psykiatriskur sjúklingur, sum liggur innlagdur á deildunum á Landssjúkrahúsinum, kostar 3.500,- krónur um samdøgurði, sigur Soffi Egholm.
Tað er jú heilt óhugnaligt. Líka so óhugnaligt sum tað, at fólk í upp til 40 ár liggja á hesum deildum uttan møguleika at flyta í egnan bústað, har tey kanska høvdu goldið 3.500,- krónur um mánan fyri at búð.
Sambýlini
Sambýlini eru góð og eitt stórt framstig í mun til tær deildirnar, vit kenna og vilja sleppa av við, sigur Soffi Egholm. Men vit eiga ikki at koyra allar sálarsjúklingar í sambýli, men geva teimum møguleikar at sleppa í egna íbúð at búgva.
Tað menniskjansliga virði hjá fólki verður nógv størri, og tey verða nógv aktivari í geradisdegnum, um tey fáa hendan mguleikan, staðfestir Soffi Egholm. Vit tosa um mannarætt her, sigur hon.
Tað er tí alneyðugt at fáa økisfeløgini at virka, soleiðis at tey kunnu vera við til at upplýsa um psykiatriina og hjálpa til at fáa fólk flutt í egnar íbúðir og soleiðis, sigur hon.
Økisfelag er stovnað í Suðuroy, og nú kemur tað næsta í Vágum. Og hesum væntar Soffi Egholm sær nógv av. Tí hava tey í Sinnisbata økisfeløgini so høgt raðfest.
Og tey hava framhaldandi stórar uppgávur at loysa. Eitt nú hetta, at tað framvegis fara fólk til Danmarkar til pysikiatriska viðgerð.
?Tað eigur ikki at koma fyri, sigur Soffi Egholm hørm á málinum. Tað er ein skamblettur fyri hetta landið, at vit framvegis noyðast at gera so.
Hon sigur, at tað er ikki nøktandi, tá hon á Norðurlendskum fundum í hesum samanhangi árliga bara kann siga frá, at støðan í Føroyum stendur í stað.
Hon skal jú batna.