Tað besta er sjálvur stemningurin á ólavsøku

- Maður mín og eg eru á hvørjum ári á ólavsøku, og tá børnini vóru smá, vóru tey altíð við, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Fert tú á ólavsøku?

 

- Ja, eg fari heilt sikkurt á ólavsøku. Maður mín og eg  eru á hvørjum ári á ólavsøku, og tá børnini vóru smá, vóru tey altíð við. Í mínum borgarliga starvi sum politistur plagdi eg ofta at taka vaktir á ólavsøku, og tað dámdi mær væl. Tað er nakað heilt serligt við ólavsøkuni, eisini í arbeiðnum. 

 

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Klaksvík.

 

Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?

 

- Ólavsøkan byrjar við at síggja skrúðgonguna og setanina. Tað er hugnaligt at síggja skrúðgonguna við hornblásarum, ítróttafólki og býráðslimum ganga  oman á Vaglið. Eg fari eisini til listaframýning og helst eisini til aðrar framsýningar. Onkrar hugnaligar útikonsertir, sum plaga at verða, fara vit eisini til. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku sjálvandi er ólavsøkukappróðurin.  

 

Hon heldur, at í ár er tað serliga spennandi, nú tað hevur gingist so væl hjá bátunum úr Klaksvík. 

 

- Eftir kappróðurin plagar leiðin at ganga út til fólkafundin á Føroya Fólkaháskula. Síðan er siðvenjan at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum at heilsa upp á fólk, útimøti og ikki at gloyma útimøtið hjá Frelsunarherinum á Vaglinum, sum so sanniliga hoyrir til ólavsøkuna. 

 

Hon vísir á, at ólavsøkudagur byrjar við at luttaka sum løgtingslimur í skrúðgonguni, har løgtingslimir, prestar og onnur embætisfólk ganga oman í Havnar kirkju til ólavsøkugudstænastu.

 

- Hetta er ein sera hátíðarlig løta. Eftir gudstænastuna fer skrúðgongan niðan á Tinghúsvøllin, har Ólavsøkukórið syngur. Og klokkan 13 verður tingið sett, og løgmaður flytir fram løgmanrøðuna. 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at síðan verður aftur farið  til ymisk tiltøk og at hitta kenningar.

 

- Ólavsøkudagur plagar at vera ein hugnaligur dagur, Ólavsøkukabarettin plagar eisni at verða - og ikki at gloyma sangurin á midnátt og føroyski dansurin á Vaglinum aftaná.

 

Hvat er tað besta við ólavsøkuni?

 

- Tað besta er sjálvur ólavsøkustemningurin. Tað at hitta fólk, gamlar kenningar og sjálvandi øll tey sera góðu tiltøkini, sum eisini eru. 

 

Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? 

 

- Tað dugi eg ikki at siga. Nógvar ymiskar meiningar eru helst um tað. Vanliga eri eg væl nøgd við skránna sum heild og takksom fyri at kunna halda ólavsøku saman við bæði familju, vinum og kenningum. 

 

At enda ynskir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur øllum eina góða ólavsøku.