Tað er bæði óskiljandi og óvirðiligt – og púra óneyðugt

Tað er nógv ungfólki, sum bíða eftir viðgerð og hvør skal nú fortelja teimum, at tey onga viðger fáa kortini?

Í fjørð varð ein royndarskipan settt í verk við ókeypis sálarfrøðiligari viðgerð til fólk ímillum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Men nú hava Heilsumálaráðið og Heilsutrygd givið hesi royndarskipanini eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tí verður boðað frá, at pengarnir eru uppi og at Heilsutrygd sostatt ikki longur rindar fyri viðgerðirnar. Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar halda framferðina vera óskiljandi, óvirðiliga og púra óneyðuga, siga tey í eini fráboðan í dag.

 

Tá ið skipanin varð sett í verk, heittu bæði Heilsumálaráðið og Heilsutrygd staðiliga á sálarfrøðingarnar um at taka hetta nýggja tilboðið til tey ungu framum, og tað gjørdu fleiri sálarfrøðingar, tí tað hevur ein heilt serligan týdning, bæði fyri tey ungu og fyri samfelagið, at ung fáa eina serliga skjóta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani kom gongd av álvara á, og nógv ung eru farin í viðgerð. Men best sum var, komu so boð til sálarfrøðingarnar frá Heilsutrygd um at gevast við allari viðgerð frá degi til dags, tí tørvurin var nógv størri enn væntað, og tískil er játtanin nú uppi.

 

Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar kunnu ikki góðtaka slíka framferð – hvørki fakliga ella starvsfólkaliga, siga tey. Boðini frá Heilsutrygd komu í gjár, 30. juni. Gott ein mánað fyrr, tann 24. mai, segði løgmaður á ráðstevnu um at fyribyrgja rúsevnismisnýtslu hjá ungum, at vit skulu bjóða hjálp í serflokki til tey, sum longu hava fingið trupulleikar.

 

Smáar fimm vikur seinni kunnu vit staðfesta, at ein skipan sum skal hjálpa okkara ungu, heldur upp at frá degi til dags. Hugburðurin kann kanska sigast at vera í serflokkiGóður ella virðiligur er hann tó á ongan hátt, og hesin hugburðurin er alt annað enn góður fyri okkara ungu, halda feløgini bæði. 

 

Heilsutrygd hevur lagt eina stutta kunning á heimasíðuna; men har stendur einki um, hvat skal henda við teimum mongu, sum, eftir drúgva bíðitíð, antin eru farin í viðgerð ella eru á veg inn í skipanina, tí tey hava brúk fyri sálarfrøðiliga viðgerð.

 

– Har stendur heldur einki um, hvør fer at geva teimum boðini um, at tey nú kortini ikki kunnu fáa viðgerð, soleiðis sum politiska skipanin annars hevur sett út í kortið, siga Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.

 

Tey siga, at fyri fimm vikum síðani vóru sálarfrøðingarnir annars á fundi við Heilsutrygd, har ætlan varð løgd um at byggja skipanina út vegna tí tað var so stórur tørvur á henni og bíðilistin var langur. Tískil hevur einki tekin verið um, at játtanin so brádliga kundi verða uppi – tvørtur ímóti. Heldur skipanin upp at nú, skal hon næstan byrjað av nýggjum við sálarfrøðingum, sum tá hava aðrar uppgávur, og tískil ikki kunnu byrja aftur við somu ferð, sum tá tey sleptu,siga tey.

 

Hetta halda tey er óskiljandi og púra óneyðugt. Við at vera so bráðræsin og fyrst at leggja á ein bógv og síðani á hin, vísir politiska skipanin og Heilsutrygd lítla virðing bæði fyri hesum ungu og teirra avvarðandi, og fyri fakliga arbeiðinum hjá sálarfrøðingunum.

 

Faklig semja er um, at royndarskipanini er eitt serstakliga skilagott tiltak, bæði fyri tey ungu, sum vantrívast, og fyri samfelagið, tí tað hevur týdning, at ung fáa sálarfrøðiliga viðgerð fyrr heldur enn seinni, og at viðgerðin skal vera lætt atkomilig.

 

– Tí hava sálarfrøðingar kýtt seg fyri at fáa royndarskipanina at virka sum ætlað. Sálarfrøðingar hava raðfest henda málbólkin og av álvara fingið gongd á hesar viðgerðir í teirri trúgv, at eisini politiska skipanin vil hava tænastuna at virka og skapa úrslit.

 

– Sum fakfeløg, umboðandi sálarfrøðingarnar í Heilsutrygd, heita vit staðiliga á politisku skipanina um at kýta seg eins nógv og tryggja, at tann góða fakliga gongdin, sum stór semja er um, ikki heldur upp at, siga Akademikarafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar.