Hetta er bæði skammiligt og harmiligt! Tað staðfestir Thordur Niclasen, fyristøðumaður á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi Fyri tveimum árum síðani skulu sparingar setast í verk á eldraøkinum. Og tá sóu tey á Eyaturoyar ellis- og røktarheimi sær ongan annan møguleika enn at tøma tann heita venjingarhylin á heiminum og at lata hann aftur. Og hóast tað eru tvey ár síðani, hevur tað ikki eydnast at fáa játtan til at lata hann upp aftur. Ikki tí at tað snýr seg um so stórar upphæddir. Thordur Niclasen sigur, at eftir tí, hann hevur fingið upplýst, kostar tað 250.000-300.000 krónur at reka hylin, og tá er bæði streymur, olja, reingerð og annað talt við. Hann sigur, at hetta er bæði skammiligt og harmiligt, tí tað vóru nógv fólk, sum høvdu brúk fyri serligari venjing í hylinum fyri ymisk brek, ella sjúku. Tey, sum vandu í hylinum vóru øll eftir ávísing frá lækna og Thordur Niclasen sigur, at tað vóru serliga børn, sum bóru ymisk brek, sum brúkti hylin at venja í fyri at styrkja seg og venja vøddar og rørslur. Men tað vóru eisini nógv eldri, sum brúkti hylin at venja í, eitt nú fólk við gikt, men eisini fólk við øðrum sjúkum í nervalagnum. Thordur Niclasen sigur, at hann hevur gjørt vart við hetta á røttum staði, sum er í almannaverkinum, men tað hevur verið til fánýtis. Men nú skulu kommunurnar yvirtaka økið á nýggjárinum og Thordur Niclasen hevur rættiliga góðar vónir um, at tá fær heimið nóg stóra játtan til at heiti hylurin kann fyllast og latast upp aftur. |