Einaferð um árið, fara allir 9. flokkar í starvslæru, og í tvær vikur gera teir sær arbeiðsroyndir, ið teir annars ikki høvdu kunnað fingið uttan útbúgving. Hjá teimum flestu heldur lívið áfram við síni vanligu gongd aftaná, men hjá summum kann hesin møguleikin lata hurðar upp til arbeiðsmøguleikar.
15 ára gomlu Marin, Helena og Bjørk ganga í Eysturskúlanum. Tær eru í starvslæru á ávikavist Kunningarstovuna, HNJ Bókahandil og á Tjóðpall Føroya.
- Eg haldi tað er sera umráðandi við starvsvenjing, tí ein fær virðing og innlit í sokallaða "vaksna" heimin, sigur Marin.
- Ein uppdagar eisini, at tað er eitt lív aftaná fólkaskúlan, leggur Helena afturat.
Tá tær vóru spurdar um tær tvær vikurnar, starvsvenjingin er, vóru nóg mikið, høvdu tær ymiskt at siga. Helena og Marin eru báðar samdar í, at tær tvær vikurnar eru nóg mikið. Tó heldur Bjørk, at tað er kanska í minnað lagi.
- Starvslæran eigur at leingjast, so at hon er tvær vikur, men í tveimum umførum. Ein hvørt hálvár, sigur hon.
Tó vóru tær allar á einum máli, tá tað kom til valið av arbeiðsplássi.
- Mær dámar væl, og tað er spennandi, sigur Helena at enda.