Tað er heilt ómøguligt at forklára fyri fólki

Stjórin á føroyskari fyritøku í Danmark hevur av álvara merkt sviðan av springaradrápinum

Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix

– Eg sigi ikki, hvat føroyingar skulu gera. Men vit skulu bara vita, at tað, vit gera, hevur eisini nakrar avleiðingar við sær. Tað sigur Poul Martin Petersen, stjóri á Norðfra í Danmark.

 

Sum vit skrivaðu í áðni, hevur tiltikna springaradrápið á Skálafjørðinum havt álvarsligar avleiðingar fyri virksemið hjá Norðfra í Danmark.

 

Les meiri um tað her: Biðja føroyingar í Danmark skrubba av heim

 

Myndugleikarnir í Føroyum hava boðað frá, at springaradráp verður endurskoðað. Tað hevur kortini ikki ligið í kortunum, at vit skulu gevast at drepa springara, men heldur skulu vit skipa tað betur.

 

Poul Martin Petersen á Norðfra í Danmark hevur ikki nakað ávíst tilmæli til myndugleikarnar í Føroyum og tískil vil hann ikki siga um vit skulu banna springaradrápið ella ikki. Hann vil ikki blanda seg upp í, hvat føroyingar gera, men hann sigur, at hann tekur tað til eftirtektar, sum myndugleikarnir koma til.

 

Men hann heldur, at vit eiga bara vera greið yvir, at tann støða, vit taka, hevur eisini ávísar avleiðingar við sær. Og hann vísir eisini á, at í hugaheiminum á fólki, hava springarar, ella delfinir, eina heilt aðra støðu enn grindahvalur hevur.

 

– Ein delfin er nógvar ferðir fittari enn ein grindahvalur. Vit hava ein stóran trupulleika, og tað er, at tá ið vit nevna orðið delfinir, síggja fólk beinanvegin Flipper fyri sær. Og myndugleikarnir í Føroyum skulu vita, at tað er hetta, vit eru uppi ímóti, sigur Poul Martin Petersen.

 

Hann sigur, at fráboðanin frá Norðfra í morgun var ikki ætlað sum annað enn at greiða frá, hvussu støðan er. So kunnu myndugleikarnir eisini hava tað í viðførinum, tá ið ein avgerð skal takast.

 

Hann sigur, at springaradrápið á Skálafjørðinum hevur stygt fleiri viðskiftafólk frá Norðfra í Danmark, burtur. Tey hava eisini mist tann størsta kundan, tey høvdu, tí hann varð dýktir undir við myndum frá springaradrápinum, og sostatt tordi hann ikki longur at verða settur í samband við nakað, sum hevur við Føroyar at gera.

 

– Fólk her um leiðir hava onga, sum helst føling við náttúruni, so tað er væl skiljandi, at tey eru skelkað av at síggja delfinir skornar á háls og blóðið flýtur, sigur hann. Samstundis er tað heilt ómøgulugt at tosa við tey, um hesi viðurskiftini, tí tað rínur ikki við. Tað ger heldur ikki mun at vit fortelja teimum, hvussu ein danskur sláturgrísur hevur tað. Einasta svarið, vit fáa, er, at tað er eingin umbering fyri tað, vit gera, sigur Poul Martin Petersen.

 

Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix